Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ísland møguliga aftur í kreppu

Jóhann Lützen

IMF ávarar nú um gongdina í Íslandi, og Bloomberg skrivar undir yvirskriftini “A Decade After Financial Collapse, Iceland Faces a New Crisis”, at íslendska krónan missir í virði, og íslendska ferðavinnan er í trupulleikum

Grundgevingin sigst vera, at vinnan, sum fekk Ísland burturúr stóru kreppuni í 2008, ferðavinnan, er í minking, og marknaðurin tykist vera mettaður.

Primera Air, eitt Íslendskt flogfelag, meldaði út, at seinkingar vóru í at útvega sær nýggj flogfør. Stutta tíð seinni fór felagið á húsagang. Nú er Wow Air, sum saman við Icelandair flytur flest ferðafólk til Íslands, komið við líknandi útmelding, og greinarnar tulka tað sum at trupulleikarnir eru nakað teir somu sum hjá Primera Air. Wowair hevur eisini verið noytt at útvegað sær meira kapital, og Tjóðbankin í Íslandi stúrir fyri gongdini.

Uppaftur meira álvarsom eru tølini fyri búskaparvøksturin í Íslandi. Har hann var 7,4% í 2016, var hann einans 4%, og hongur hetta neyvt saman við ferðavinnuni. Ferðavinnan hevði ein 40% vøkstur í 2016, 24% í 2017 og væntast koma niður á 15% í 2018.

Hóast krónan minkar í virði, eru stórar lønarhækkingar at síggja í Íslandi, um mátað verður í útlendskum gjaldoyra. Tað ger so sjálvsagt, at kappingarførið minkar.