”zVit eru hørm um ta viðferð, manningin á føroyska makrelskipinum, Nærabergi, hevur fingið av íslendsku stjórnini, og biðja um umbering.“
Tá hetta er skrivað, hava nærum 14.000 íslendingar dámað Facebooksíðuna ”zFøroyingar, vit biðja um umbering“. Síðan bleiv stovnað vegna málið um Næraberg, tann 29. august, við tí fyri eyga, at íslendska tjóðin kundi biðja føroyingar um umbering.
Vit vilja við hesum brævi tryggja okkum, at umberingin verður borin bæði til fólkið og stjórnina í Føroyum. Soleiðis ljóðar umberingin á síðuni:
”zVit eru hørm um ta viðferð, manningin á føroyska makrelskipinum, Nærabergi, hevur fingið av íslendsku stjórnini, og biðja um umbering.“
Leinkjan á síðuna er henda:https://www.facebook.com/faereyjar
Við vinarkvøðu
Rakel Sigurgeirsdóttir
Addy (Valdís) Steinarsdóttir
Hetta bræv er sent til reiðaríið hjá Nærabergi, borgarstjórin í Klaksvík, tingmenn, landsstýrisfólk og fjølmiðlar.




