Íslendskir granskarar hava funnið fram til ein nýggjan máta at goyma vakstrarhúsgass
Íslendskir granskarar hava funnið fram til ein nýggjan máta at goyma vakstrarhúsgass, og henda uppfinningin verður stórliga fagnað av vísundafólki. Loysnin er at umgera CO2 til grót.
Granskararnir pumpaðu stórar nøgdir av CO2, sum var blandað við vatni, inn í basalt. Hetta varð gjørt 400 – 500 metrar undir jørð, og síðani settu teir eyka ferð á natúrligu gongdina, sum ger CO2 til eitt slag av kálksteini.
Úrslitið hevur gjørt granskarar ovfarnar, tí tað tók minni enn tvey ár at umgera 95 prosent av tilsamans 230 tonsum av CO2 til kálkstein.
Avbjóðingin við hesi mannagongdini er tó, at hon krevur nógv vatn, tí einans 5 prosent av samanblandingini er CO2, men møguleiki er eisini at brúka sjógv til endamálið, verður sagt.
Góða úrslitið hevur fingið granskarar at víðka royndirnar, og teir hava nú sett sær fyri at pumpa 10.000 tons av CO2 niður í jørðini árliga.




