Allur núverandi hópurin heldur fram og so ætla vit at fáa styrk av 2-3 leikarum afturat, sigur formaðurin í TB, Palli Eysturberg.
TB flutti upp í stórum stíli í ár, og sostatt er Effodeildarfótbóltur aftur á skránni næsta ár hjá søguríka felagnum í Suðuroynni. Venjaraspurningurin er avgreiddur. Páll Guðlaugsson heldur fram og Karl Øster heldur fram sum hjálparvenjari. Í summar gjørdi felagið eisini avtalu við útlendskan leikara fyri komandi ár. Og ætlanin er at fáa meira styrk, sigur formaðurin Palli Eysturberg.
– Fyrst í komandi árinum koma tveir íslendingar at royndarvenja. Annar er verjuleikari og hin er miðvallaleikari. Teir eru báðir mitt í 20’unum og hava spælt í bestu deildini í Íslandi. Og so fáa vit at síggja, um nakað annað kemur. Annars sær út sum, at allur hópurin heldur fram, sum endaði kappingina í ár. Vit vænta ikki at missa nakran leikara. Útlendski málverjin Ivan Stojkovic hevur gjørt sáttmála og annars vænta vit, at endaligi hópurin við útlendsku styrkunum er komin uppá pláss fyrst í komandi ári, sigur Palli Eysturberg.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til søgurnar um, at ungi NSÍ álopsleikarin Meinhard E. Olsen skal vera uppá tal at skifta til TB.




