Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendsk makrel skip sleppa at landa í Føroyum

John William Joensen

Hóast Ísland ikki vil loyva føroyskum makrelskipum at bryggju ella at koma í íslendska havn, taka føroyingar við opnum ørmum móti íslendskum skipum sum fiska makrel. Norðlýsið hevur spurt seg fyri hjá VØRN og í Fiskimálaráðnum og váttað verður at ongar forðingar eru fyri at íslendsk skip koma í føroyska havn at landa og brúka aðrar tænastur

Hóast Ísland ikki vil loyva føroyskum makrelskipum at bryggju ella at koma í íslendska havn, taka føroyingar við opnum ørmum móti íslendskum skipum sum fiska makrel. Norðlýsið hevur spurt seg fyri hjá VØRN og í Fiskimálaráðnum og váttað verður at ongar forðingar eru fyri at íslendsk skip koma í føroyska havn at landa og brúka aðrar tænastur.

Í svarinum frá íslendska vinnumálaráðnum verður víst til at í makrelsemjuni millum Føroyar, ES og Norra eru eisini serligar avtalur sum útihýsa skip frá londum sum ikki eru umfatað av makrel semjuni.

– Í semjuni sum Føroyar, ES og Norra hava undirskrivað er ein regla sum sigur at skip frá londum sum ikki hava undirskrivað semjuna fáa ikki loyvi at fiska makrel í føroyskum, norskum og ES sjógvi. Hetta kann ikki samanberast við tey tiltøk sum Ísland hevur sett í verk móti føroyskum skipum, har hesi verða noktaði atgongd at koma í Havn. Íslendsk skip eru vælkomin til Føroyar at landa og selja makrel og annars at brúka tær tænastur sum eru tøkar, verður vátta frá VØRN og Fiskimálaráðnum.

Harleywoodpaint