Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendska bankakervið verður ognartikið

John William Joensen

Kreppulógin hjá íslendsku stjørini, sum seint gjárakvøldi var samtykt í altinginum kennir ikki sín líka og merkir í stuttum at ísland verður sett undir eftirlit

Íslendska ríkisútvarpið skrivar á heimasíðuni www.ruv.is at kreppulógirnar hjá íslendsku stjørnini merkja í veruleikanum at íslensku stórbankarnir verða tjóðartiknir. 

Kreppulógirnar
Tað var ein álvarsamur forsatisráðharri, sum røddi til íslendsku tjóðina og  altingið, tá hann legði eitt sera umfatandi kreppulógaruppskot fyri tingið, sum í verðuleikanum er ein ognartøka, ið ikki kennir sín líka.
 
Íslenski húslánsgrunnurin fer at yvirtaka øll húsalán í bankunum. 

Landskassin far heimild til at stovna nýggjar bankar og yvirtaka bankar og fíggjarfyritøkur.
 
Sambart forsetanum var eingin ivi um at bleiv einki gjørt i stundini var landið í vanda fri at fara á húsagang um kreppulógirnar ikki verða samtyktar í tinginum.

Tjóðarbankin longu veit Kaupthing lán
Íslendska ríkisútvarpið skrivar at tjóðarbankin hevur longu veitt Kaupthing lán við veð í danska FIH-Bankanum, sum Kaupthing eigur. 

Sambart fjølmiðlunum eru kreppulógirnar hjá íslendsku stjørnini sera umfatandi og truplar at gjøgnumskoða, men samanumtikið merkja tær at tjóðarbankin far heimild til at yvirtaka raksturin av verandi bankum og øðrum fíggjarfyritøkum. 

Í treytinum stendur m.a. at hevur ein banki rakstrartrupuleikar – so kann tjóðarbankin yvirtaka bankan. 

Lógin heimilar statinum at stovnað og reka nýggjan ríkisbanka, sum hevur til endamáls at savnað illa sperdu bankarnar í ein mjølposa.
 
Umframt heimildir at yvirtaka far landskassin heimild til at veitað beinleiðs peningastyrk til sparikassar – upp til 20 prosent av eginpeninginum.
 
Íslendska fíggjareftirlitið fær víðar heimildir til at seta tiltøk í verk har vandi er fyri skaða á íslendska fíggjarkervið.
 
Eftirlitið kann m.a. taka partaeigarafundir av ræði og yvirtaka partafeløg heilt ella partvíst.
 
Kreppulógirnar geva húslánsgrunninum størri týdning – tí hann nú kann yvirtaka øll húsalán í sparikassum og bankum. 

Í samband vit yvirtøku av húsalánum sigur forsatisráðharrin at treytirnar hjá húseigarum verða ikki verri enn tær eru.

Kollveltir íslendska fíggjarkervið
Íslendska ríkisútvarpið skrivar, at uppskotið hevði ikki verð lagt fyri tingið uttan so at stjørnin ikki ætlar at brúka tær heimildir, sum lógin gevur. 
 
Baði fíggjarmálaráðharrin og forsatisráharrin hava vissað íslendingar um at innistandandi peningur er tryggjaður. 

Aftast í lógarpakkanum er ein eykað grein, sum gevur heimildir afturvirkandi fyri lán sum longu eru veitt Kaupthing.

Fólk eru ørkimlaði
Vanlig fólk eru nú eisini farin at merkja til fíggjarkreppuna. 

Ein íslendingur sum Norðlýsið tosaði við í kvøld sigur, at hann átti reiðan pening á bók og ætlaði tí at niðurgjalda húsaláni. 

– Íslendska krónan missur virði i stórum og tí var ætlanin at brúka sparipeningin til at gjalda húsini út. 

– Men kontoin í bankanum var sperrað og eg slapp ikki at flyta peningin, var sagt úr íslandi fyrr í kvøld.