Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendska krónan heldur á við at falla

John William Joensen

Teir seinastu sjey dagarnar er íslendska krónan fallin fimm prosent og í dag heldur hon á við at falla, men Fíggjarserfrøðingar eru tó ósamdir um útlitini hjá íslendska búskapinum

Frá Jyske Bank verður sagt at teir rokna ikki við eini álvarsligari kreppu í íslendska búskapinum hóast krónan er lækka nógv seinstu dagarnar. Júst fallandi íslendska krónan kann vísa seg at vera góður handil hjá teimum sum tora at keypa viknaðu íslendsku krónuna.

Í Danska Bank eru teir meira varnir.
– Vit rokna tað næstan fyri givið at íslendski búskapurin stendur framman fyri einari kraftigari uppbremsing. Longri tíðin gongur verri verður tað. Týsdagin sendi Danske Bank eina áheitan til kundar sínar um at vera varnir við at gera íløgur í íslandi í løtuni.

Fjórstórsti bankin í Danmark, Sydbank, sigur at íslenska fíggjarstøðan ikki er haldbar í longdini.
– Spurningurin er bara hvussu hørð lendingin verður hjá Íslendska búskapinum.
– Tí eru íløgur sum vera gjørdar í Íslandi í løtuni samantvinnaðar við við høga risiko men hinvegin eru samsvarandi góðir møguleikar fyri at tjena nógvar pengar um ein vil taka risikoina.