Eisini í íslandi hevur verið arbeitt hart í vikuskiftinum, har tjóðarbankin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava samráðst. Fagfeløgini krevja nú at Ísland meldar seg inn i ES
Sambart BBC verður talan um lønarniðurskurð í Íslandi.
Fyri at ganga við til hetta hava fagfeløgini kravt at Ísland meldar seg inn í Evropa Samveldi.
Bjargingarætlanin hjá íslendsku stjørini umfatar eisini eftirlønargrunnar.
Reuters skrivar at ætlanin verður umleið 75 milliardir krónur, og er ætlanin harvið tvífalt so stór sum tann danska.
Stjórin í Kaupthing vísir aftur at bankin tørvar hjálp frá stjørnindi.
Hann váttar tó at hann hevur verið í samráðingum við íslendska forsætisráðharran.
Fíggjarkreppan hevur lagt størt trýst á íslendsku krónina sum er minka 40% í virði síðan síðsta summar.




