Geir H. Haarde, forsætisráðharri Íslands, avsannar at láni avtalan er gjørd men í løtuni verður mett um hvar frægast er at lána.
Á tíðindafundi fyri løtu síðan segði íslendski forsætisráðharrin at ein bólkur av samráðingarfólkum fara í næstum til Russland at samráðst um eitt milliarda lán.
Hann segði at lánið einans verður nýtt til at styrkja gjaldføri tjóðbankans og at tað las ikki er nokk til at hjálpa neyðstøddum bankum.
Lánið fer eisini at styrkja trúnna á íslendsku krónuna.
Björgvin G. Sigurðsson, ráðharri í bankamálum segði at fíggjareftirlitið í morgun yvirtók landsbankan og at metingar alla tíðina vóru gjørdar av hinum bankunum.




