Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar seinnapartin

Jóhann Lützen

Seinnapartin í dag verður Klaksvík miðdepil fyri almennu vitjanini hjá íslendska forsetanum, tá ið forsetahjúnini úr Íslandi leggja leiðina norður um fjørð. Vitjanin er partur av almennu vitjanini í Føroyum, sum varir frá 22. til 24. juni.

 

Klaksvíkarvitjanin byrjar klokkan 14.00, tá ið gestirnir koma til Klaksvíkar kommunu. Síðani verður farið til íslendskt–føroyskt vinnutiltak í Varpinum, har dentur verður lagdur á samstarv, vinnuligar møguleikar og sambandið millum Føroyar og Ísland.

Á skránni er eisini ein mentanarligur partur. Forsetahjúnini fara at vitja hjá listamanninum Edward Fuglø, har føroysk samtíðarlist verður sýnd.

Síðani verður farið í kappróðrarneystið, har føroyski kappróðurin og sterka lokala felagsskapsmentanin verður víst fram, áðrenn leiðin gongur til Rótina, sum hevur ein serligan leiklut í føroyskari mat- og siðaarvsmentan.

Dagurin í Klaksvík endar klokkan 19.00, tá ið Klaksvíkar kommuna er vertur fyri døgurða í Rótini.

Vitjanin verður mett at vera eitt týdningarmikið høvi at styrkja bondini millum Føroyar og Ísland – bæði politiskt, mentanarliga og vinnuliga.

Harleywoodpaint