Vinnulívsráðið hevði afturvendandi netverksfund á Finastøðini í Klaksvík, og ein av gestunum var íverksetin ísraelsmaðurin Noam Javits, íverksetari, sálarfrøðingur, samskiftisfrøðingur, fyritøkueigari, fyrrverandi flotayvirmaður og mangt, mangt annað. Norðlýsið fekk orðið á hann eftir fundin á Finastøðini.
“Klaksvík er tann førandi býurin í Føroyum, tá tað kemur til innovatión”, segði Noam Javits. Tað sum hann serliga hevur ekspertisu innanfyri, er viðvíkjandi byrjanar-fasuni við “start up”, um at víðka virksemið út um landoddarnar, og hvussu ein fær fígging til vega. Hesar royndirnar vil Javits fegin lata klaksvíkingum koma til góðar.
Noam Javits er útbúgvin innan sálarfrøði og samskifti og hevur starvast innan ísraelska herin, har hann hevur ment “teambuilding” amboð sum verða brúkt í stríðsdeildum hjá ísraelska herinum. Hann hevur sjálvur verið kaptainur á herskipi, men starvast nú innan fiskivinnuna í Jaffa í Ísrael.
At hann er sera væl fyri, bæði hvat viðvíkir tí ástøðiliga og tí praktiska, sæst av, at Noam hevur eina B.A.-útbúgving í sálarfrøði og eina M.Sc-útbúgving innan samskifti, og at hann hevur fingið ikki færri enn 5 patent innan nethandil, maskinlæring og online marknaðarførðslu. Hann hevur stovnað fimm íverksetarafyritøkur, harav ein er skrásett á keypsskála.
– “Vit eru her fyri at byggja eina brúgv”, segði Noam Javits. Eina brúgv millum ísraelska og føroyska vinnulívið. Frástøðan í kilometrum millum londini bæði hevur ikki týdning, segði hann, tí tað umráðandi er fólkini. Har er ein góð kemi millum føroyingar og ísraelsfólk, og vit hava fleiri virðir í felag, og tað er nakað, sum merkist, sigur hann.
Noam Javits hevur góða atgongd til fígging, og hann nevnir fleiri ferðir hugtakið VC, Venture Capital. Venture Capital ella VC er fígging, ið verður veitt serliga tveimum sløgum av fyritøkum: nýggjum fyritøkum, ið eru um at koma í gongd, og smáum fyritøkum. Fyri bæði sløgini er tað avgerandi, at fyritøkan verður vurderað at hava eitt vakstrarpotentiali og fer at geva avkast seinni.
Javits metir útlitini vera heilt góð fyri, at ísraelskir íleggjarar høvdu havt áhuga í at verið við og fingið “venture capital” til vega, um teir vórðu bodnir at hyggja at spírandi føroyskum fyritøkum. Upphæddirnar, hann nevnir, eru sera høgar, í øllum førum eftir føroyskum mátistokki. Hann nevnir, at í 2020 fingu byrjandi fyritøkur í Ísrael 60 milliardir (DKK) í stuðli sum “venture capital”. Umleið 800 fyritøkur fingu fígging tann vegin.
Ísrael er 200 ferðir størri enn Føroyar í fólkatali, og hann biður okkum so býta (dividera) upphæddina við 200 fyri at koma fram til, hvussu nógv tað svarar til í føroyskum viðurskiftum. Við einum sindri av høvuðrokning komu vit fram til, at talan hevði verið um 300 milliónir, og tað er avgjørt ikki nøkur lítil upphædd.
Spurdur um tað vórðu nakrar serligar vinnur ella bransjur, hann hevði áhuga í, var svarið játtandi. Tað mest áhugaverda í hansara eygum er vakstraraling/gróðraraling (akvakulturur), kunningartøkni og burðardygg orka.
Myndir niðanfyri: Dávur Winther








































