Í dag var ístíð umborð á flakatrolaranum Gadusi, sum roynir eftir toski í norskum sjógvi. Ístíðin stakk ikki høvdi fram, tí tað er kalt í veðrinum, at oljufýrin er sløknað ella at kalt er millum mennirnar umborð. Tvørtur ímóti, so er tað rímuliga lítt í veðrinum, heitt innanborða og mennirnir trívast saman.

Umborð á Gadusi er siðvenjan tann, at tá teir hava fingið 100 tons í lastina, og so fyri hvørji 100 tonsini sum fara niður í lastina, ja, so fáa teir ís – pinnís. So í dag, til kaffi kl.15 og í kvøld kl.21 fingu teir ís. Á midnátt millum 3. og 4. apríl rundaðu teir tey hundra tonsini, ella rættari 118 tons. Stemningurin er góður, menn eru grammir og fegnir, tí nógvur fiskur er at fáa. At teir so noyðast at bróta vakt, vegna nógva fiskin, er bara OK, tí “so gongur tað skjótt rættan veg” sum teir siga umborð. Skiparavaktin hevði tí einki ímóti myndatøku, á kaffi kl 21. í kvøld, har ísurin var á lofti.