Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskoti til ársins eldsál

Jóhann Lützen

Jórun Frimansdóttir Jacobsen og Jórun Biskupstø eru í uppskotið til heiðurin ÍtróttaELDSÁLIN 2025, sum verður í Varpinum leygarkvøldið

Í innstillingini stendur:

 

 

Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskupstø – KÍ

Í 30 ár hava tær báðar, Jórun og Jórun, brúkt nógv av sínari frítíð uppi í KÍ-høllini. 

Tær taka sær av venjingar- og dystarklæðum hjá bæði kvinnum, monnum og 1. deild. 

Venjingarklæðini skulu vaskast, turkast, leggjast saman og leggjast upp á pláss hvønn dag í vikuni. Síðani koma dystarklæðini afturat. Ofta eru tær fleiri ferðir um dagin í vaskikjallaranum fyri at fáa stóra arbeiðið liðugt. 

Eisini baka tær køku til hvønn heimadyst hjá monnunum. Køkan verður boðin frásøgufólki, dómarum, vaktarfólki og innkrevjarum – og mong hava merkt stóra gestablídni. 

Ótroyttiliga hava Jórun og Jórun arbeitt frítt og sjálvboðið, so at leikarar, venjaratoymið og annars øll, sum eru á plenuni í Klaksvík, skulu kenna seg væl. 

Tær gera ein stóran innsats fyri at gera dagin hjá teimum íðkandi so lættan sum møguligt.

 

Keyp atgongumerki her.