Leygarkvøldið 19. apríl 2008 verður Ítróttargalla í høllini í Runavík.
Hetta er fjórðu ferð at henda vælumtókta veitsla, sum Kappróðurin Nsí, Støkk, Tjaldri og Nsí skipa fyri, verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík.
Aftur í ár verður nógv spennandi undirhald á skránni, m.a. dansishow, sangur, gestarøðari og avdúkan av ársins ítróttarfólkum.
Vælumtókti bólkurin við Flemming Petersen spælir til dans eftir borðhaldið og Magni Poulsen frásøgumaður.
Veitslan er fyri øll, ikki bert fyri ítróttarfólk, men eisini áhugaði, áskoðarar, viðhaldsfólk og stuðlar. Aldursmarkið er 8. flokkur.
Atgongumerkini verða seld í Norðoya Sparikassa og Kiosk Vár í Saltangará kostnaðurin 350 kr. Seinasta freist at keypa atgongumerki er mánadagin 14. apríl.




