Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttardómstólurin kann seta føroyskan limaskap í FIFA í vanda

John William Joensen

Kappingarnevndin hevur á fundi í kvøld avgjørt at dysturin EB/Str-VB/Sumba í kappingini um løgmanssteypið skla leikast á Mølini mikudagin 28/6.


Víðari sigur kappingarnevndin í tíðindaskrivi í kvøld:
– Tíverri hava røddir verið frammi, sum hava sátt iva um fyrisitingarligar- og nevndar viðgerðir í hesum málið og øðrum málum, og harvið tilvitað roynt at seta fyrisiting og nevndir FSF´s í ringt ljós.
– Tað verður staðiliga afturvíst at óskil ella ógreið viðurskifti valda í sambandi við málsviðgerðir v.m. innan fyrisiting- og ella nevndararbeiði í FSF. Tað at øll ikki altíð eru samd er ein grundleggjandi rættur og eigur at viðurkennast, men tað eigur ikki at føra til ósakligar skuldsetingar og mistonkiliggerð.
– Tað er ein óskrivað meginregla fyri fyrisiting og nevndir innan FSF at øll skulu verða eins viðgjørd, sambært lógum og reglum hjá felagsskapinum og sambært tí siðvenju sum hevur vunnið hevd á økinum. Men einki mál ella tilburður kann tó sigast at verða heilt eins og eigur tí eisini at verða pláss fyri hesum margfeldni í okkara málsviðgerðum.
– Tíverri vóru tvinnir tilburðir í 2005 har feløg vóru dømd at tapa dystir í kappingini um Løgmanssteypið, og vit vónaðu at hetta fór ikki at endurtaka seg.
– Hóast hetta vóru, av Kappingarnevndini fyrr í ár, bæði NÍF og FRAM dømd at tapa dyst í Kappingini um Løgmanssteypið, orsaka av at bæði feløgini í innanhýsis dysti gjørdu brúk av leikarum, sum ikki høvdu spæliloyvini í lagi. Hesi feløg góðtóku avgerðina hjá Kappingarnevndini og kærdu ikki málini víðari.
– Nevndir FSFs og fyrisitingin eru til fyri feløgini og eru tað limafeløgini sum saman eiga felagsskapin, og hevur FSF í øllum førum skyldu til at halda seg til kappingarreglurnar sum eru samtyktar av aðalfundi FSFs. Hvørki fyrisitingin ella nevndir FSFs eiga ella kunnu taka eitt ávíst felag fram um onnur og geva ávísum felag sersømdir.
– Havnar Bóltfelag hevur kært úrskurðin hjá Dómsnevndini í sambandi við Páll M. Joensen málið til Ítróttardómstól ÍSF´s, men FSF hevur sent ÍSF skriv hesum viðvíkjandi  skrivi til ÍSF kann lesast her: (www.fsf.fo)
– Tað skal ikki verða nøkur loyna at FSF er ikki sinnað at seta limaskapin hjá føroyskum fótbólti í altjóða samgongunum FIFA og UEFA í vanda og verður tí ásetti dysturin EB/Streymur-VB/Sumba leiktur 28.06.06.