Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttarhøllin á Skála verður umvæld

Helgi Abrahamsen

Nýggja tekju og nýtt gólv. Ítróttarhøllin á Skála verður í hesum døgum umvæld fyri góðar 3 mió. krónur.

“Gamla gólvið var linolium sum lá niður á betong og tað gav óvanliga nógvar skaðar,” sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. “Nú fáa vit tað besta gólvið sum fæst til endamálið,” sigur hann.

Nýggja gólvið verður gjørt soleiðis, at tað gevur seg meira, tá runnið verður á tí, og tað skal vera munandi betri fyri beinini á spælarunum. Gólvið er sama slag sum tað, ið er lagt á í ítróttarhøllini í Runavík.

Tekjan á ítróttarhøllini hevur í langa tíð havt lekar, og tað verður nú eisini fingið í rættlag.

“Tekjan verður skift og ein dúkur verður lagdur undir, so um ein leki framvegis skuldi verið, so sleppur vatnið ikki niður ígjøgnum,” sigur Tórbjørn Jacobsen.

Tað er byggivirkið TN-bygging ið stendur fyri arbeiðinum at skifta tekjuna, meðan eitt danskt felag skiftir gólvið.