Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttarnátt í Klaksvík fríggjakvøldið 20. august

John William Joensen

Í kjalarvørrinum av stóra Summarfestivalinum, verður enn eitt spennandi tiltak í Klaksvík nú fríggjakvøldið 20. august, tá skipað verður fyri stórari Ítróttarnátt.

Kvøldið byrjar kl 18.00, við skrúðgongu, sum fer frá býráðshúsinum og niðan á vøllin við Djúpumýri, har borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen og sparikassastjórin Eyðfinn Reyðberg, seta Ítróttarnáttina. Við í sjálvari skrúðgonguni eru ítróttarfólk, brandbilur, fólk á rossabaki, Silvi og onnur.  Ítróttarnáttin endar við felagssangi og suppu í KÍ-høllini á midnátt.

Skrá
Kl. 18.00
Skrúðgonga og ítróttarnáttin verður sett (Miðbýurin)
Kl. 18.30-20.30
Sløkkiliðið og Bjargingarfelagið hava framsýning og sløkkiroynd (Við Sandin)
Kl. 18.30-20.30
RC-felagið: Royn at sigla við bátum (Svimjihøllin)
Kl. 18.30-20.30
Bjargingarfelagið: Børn og ung verðað stjórað yvir um vánna (Við ferjuleguna)
Kl. 19.00-21.00
Mjølnir: Lær at spæla flogbólt (Fótbóltsvøllurin/Fimleikarhøllin)
Kl. 19.00-23.00
Café KÍ: Grillkvøld við gestakokkinum Jógvan Heinesen (Café KÍ)
Kl. 19.00-21.00
Rossafelagið:Lær at skógva og stigla (Við Sandin)
Kl. 19.00-21.30
Kappróðrarfelagið:Royn kappróðrarbát, rógvimaskinu ella bodybuilding (Kappróðrarneystið)
Kl. 19.00-21.30
Treysti: Royn rennibandið, og fá vitan um júst tín kropp (Kappróðrarneystið)
Kl. 19.30-21.30
Fimleikarfelagið: Royn teg sum fimleikara í eitt kvøld (Við svimjihøllina)
Kl. 19.00-21.00
Badmintonfelagið: Royn badminton Fimleikarhøllin ella KÍ-høllin
Kl. 19.00-23.00
KFUM & K skótarnir: Uppliv leguøki (Festivaløkið)
Kl. 20.00-21.30
Skúlaskipið Dragin: Royn at seta segl (Varpabrúgvin)
Kl. 20.00-21.30
Froskmannafelagið: Royn vatnskí og annað á vánni (Bátabrúgvarnar)
Kl. 20.00-22.00
Samkomurnar: Café og/ella sangur á Sparikassapallinum
Kl. 20.30
Talvfelagið: Snartalv (Skákið)
Kl. 21.30-23.00
KÍ: Jongleringskapping, renning og forðabreyt (Fótbóltsvøllurin)  
Kl. 21.30-23.00
Treysti:  Forðabreyt og rennikapping (Fótbóltsvøllurin)
Kl. 21.30-23.00
Stjørnan: Forðabreyt við stúltum (Fótbóltsvøllurin)
Kl. 21.30-23.00
KÍ:  Brotssparkskapping (Fótbóltsvøllurin)
Kl. 22.00
Atlantis: Konsert við gospelbólkinum I AM (Atlantis)
Kl. 00.15
Kvøldseta: Felagssangur og ókeypis suppa (KÍ-høllin)