Ítrótturin í Klaksvík hevur altíð verið við í fremstu røð, og er tað nakað, ið savnar fólkið í Klaksvík, so er tað júst ítróttur. Fyri at vit framhaldandi skulu vera við har ið tað er stuttligt, so er tað ein treyt at vit hava tær umstøður, ið skulu til.
Hallirnar eru til ítróttafeløgini
Í dag húsast 6 feløg inni í Badminton- og KÍ høllini. Felags fyri hesi feløg er, at tey mangla øll hallartímar. Samstundis sum at feløg mangla hallartímar, so eru teir allarbestu hallartímarnir upptiknir. Ikki av ítrottafeløgunum, men av øðrum tiltøkum í hallunum. Hetta má broytast, tí ítróttafeløgini eiga og skulu hava fyrsta rætt til venjingartímarnir!
Klaksvíkar Fimleikafelag ótolandi umstøður
Tað eru als ikki nøktandi karmar, ið Klaksvíkar Fimleikafelag – næststørsta ítróttafelag í býnum – hevur. Felagið hevur uppiborið betri enn, hvat tey hava nú. Tískil skal ein nýggj fimleikahøll byggjast, ið hevur øll tey amboð, ið skulu til, fyri at kappast í fremstu røð.
Hetta hevur verið nevnt í hesari býráðssetu, men enn eru endaligar ætlanir ikki gjørdar. Eitt nýtt kappróðrarneyst er partur av miðbýarætlanini, og ein rennibreyt skal gerast. Hetta eru verkætlanir, ið eg gjarna vil stuðla, um eg verði valdur inn í Klaksvíkar Býráð.
Ítróttur hevur altíð myndað mítt lív, og ger hann tað enn í dag. Sjálvur eri eg av tí fatan, at tá ítrótturin hevur tær góðu umstøður hann skal hava, so ávirkar tað eisini trivnaðin hjá fólkunum í býnum.
Beinir Johannesen
Valevni Fólkafloksins




