Ítrótturin í Kommununi, hevur givið rættiliga góð úrslit, sjálvt um nøkur feløg ikki hava fingið eins góð kor, sum onnur í kommununi.
Tí eiga umboðini í býraðnum, at taka seg saman og gera ein so rættvísan stuðul, sum til ber, til øll feløg í Kommununi. Her hugsi eg serliga um flogbóltin og fimileikin, sum hava ov vánaligar umstøður at virka undir. Sum dømi kann nevnast at Mjølnir onki felagshøli hevur og tað er rættiliga óheppið, tá felagið hevur givið okkum so avbera góð úrslit. Tað er synd fyri tey sum hava lagt so stóra orku í Flogbóltin, at tey ikki kunnu styrkja felagsandan enn meira, og verða á javnbjóðis stillaði við onnur feløg. Eitt felagshøli, hevði givið felagnum enn størri áhugað ímillum ítróttarfólk, við tað at enn fleiri fóru at íðka ítróttargreinina. Og so ikki at gloyma at tað hevði verið stuttligt at sæð øll steypini verið savnaði á einum stað, so tey kundu komu til heiðurs fyri felag og tey sum hava vunnið tey.
Men ein glotti er tó fyri framman nú góðar kreftir hava tikið eitt lógvatak, fyri at fáa eina høll upp at standa. Sjálvur meti eg at Kommunan eigur at vera við til at stuðla meira, tí tað krevst nógv til fyri at fáa eina so stóra høll at bera seg. Veri eg valdur í býraðið, vil eg virka fyri at meiri peningur verður avsettur til hesa høll, tí hon kemur at gagna okkum øllum í Kommununi og Norðuroyggjum sum heild. Tað veri seg badminton, flogbólti, fimileiki, innandurafótbólti og nógvum øðrum tiltøkum, sum kunna savnast inni har.
E.S. Klaksvíkar Kommuna, burdi hugt eitt sindur eftir høvuðsstaðar kommununi, sum hevur goldið meginpartin av høllini í Kollafirði.
Atli S.Justinussen
Valevni á lista A
Klaksvíkar Kommunu.




