Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ivaðist ikki í at hetta var nakað fyri hann –

Oliver Joensen

Tað segði Bjartur Nolsøe, nýggi stjóri á Íverksetarahúsinum, tá hann røddi á móttøkuni í Íverksetarahúsinum ídag. Hann segði:

Íverksetan er ógvuliga spennandi. Tað snýr seg um at skapa og fáa ført eitt hugskot út í lívid og til sídst skapt eitt arbeiði ella fleira arbeiðspláss.

Eg eri ógvuliga glaður fyri at eg fekk henda møguleika at stjórna Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Nú havi eg sum sagt stórt sæð alt mítt vaksna arbeiðslív arbeitt í banka. Og har situr mann dagliga yvirav íverksetarum sum kempa sína sak, fyri at fáa lánt nakrar krónur til teirra byrjandi ella vaksandi virksemi.

Eg haldi, at tað var her mín áhugi fyri íverksetan byrjaði. Skjótt fann eg út av, at í staðin fyri at sita inni í bankanum og bíða eftir íverksetum og so í síðsta enda kanska siga nei til tað teir bóðu um – ja so helt eg tað var passandi at fara út og greiða teimum frá, hvat kravdist fyri at fáa eina fígging í bankanum.

Man skilir væl íverksetar – at their hugsa bankan sum fyrsta tankan tá tørvur er á pengum.

Tí hevur tad kenst nattúrligt – og eg havi ferðast nógv í umhvørvinum hjá íverksetum tá m.a. tiltøk hava verið.

So tá hetta starvið í Klaksvík var leyst at søkja, ivaðist eg ikki í at hetta var nakað fyri meg.

Vit hava í Íverksetahúsinum nakrar góðar samstarvspartnarar ella interessentar sum man eisini kallar tað. Hesir gera tað møguligt hjá Íverksetarahúsinum at virka. Tað eru Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið , Klaksvíkar kommuna og so Føroya Tele sum er sponsor. Og tykkum skulu vit helst geva okkurt aftur, so tit føla at tit fáa nakað fyri “íløguna”.

Og tað haldi eg at vit best gera við einum væl virkandi og sjónligum Íverksetarahúsið, sum kann hjálpa nøkrum góðum hugskotum vídari á leið. Í síðsta enda skal hetta gjarna skapa nøkur nýggj arbeiðspláss, sum kunnu geva nakrar skattainntøkur til land og kommunu.

Vit fara fyrst í komandi árið at taka loftið í brúk. Her fara íverksetarar sum arbeiða við ymiskum ætlanum at hava sína dagligu gongd, og vónandi er stórur áhugi fyri hesum. Hetta fer at skapa eitt dynamiskt umhvørvi í húsinum. Rundan um hetta fara vit framhaldandi at skipa fyri tiltøkum og netverkskvøldum.

Vit ætla at gera fitt burturúr at vitja kring landið og fortelja um tænasturnar hjá Íverksetarahúsinum. Hetta halda vit er besti møguleiki at fáa fatur í nýggjum íverksetarum sum sita inni við onkrum góðum hugskoti.

Eitt annað virksemi sum eisini er í húsinum er Fjarnám, sum er lestrarvegleiðing og sum verður gjørt í samstarv við kommununa.

í alt eru vit í løtuni 4 dugnalig starvsfólk sum eru knýtt at húsinum. Hesi hava øll nógvar royndir og tað ger tað nógv lættari fyri meg at átaka mær hesa uppgávuna.