Klaksvíkingurin hevur gjørt sáttmála við uppflytarar.
B68 hevur styrkt seg við klaksvíkinginum.
Heimasíðan hjá B68 skrivar:
Nú B68 aftur skal royna seg í bestu deildini, eru fyrireikingarnar av álvara byrjaðar, og nýggjur leikari í B68 hópinum, er 23 ára gamli klaksvíkingurin Ivan Joensen. Ivan, sum er ein álopssinnaður miðvallari, er eisini væl fyri tekniskt, umframt at hann eisini kendur fyri at vera sera ágrýtin.
Ivan er sum sagt uppvaksin í KÍ, har hann hevur leikt 87 dystir á besta liðnum, har hann eisini hevur skotið 6 mál. Eisini hevur hann reint seg á fleiri av teimum føroysku u landsliðunum, har hann m.a. hevur leikt 4 dystir við U21.




