sigur Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Innlendismálaráðnum við Norðlýsið
Tað er Innlendismálaráði, sum umsitur kommunulóguna og hevur eftirlit við at kommunurnar umsita lógina rætt.
Hetta verður vanliga rópt kommunala eftirlitið, men í veruleikanum er ikki talan um ein stovn.
Hilmar Høgenni, sum er deildarleiðari í Innlendismálaráðnum, sigur at í løtuni er ov tíðliga at siga um ráðið fer at viðgera aktuella málið viðvíkjandi Klaksvíkar Kommunu.
– Eg kann ikki viðmerkja eitt konkret mál, men kann bara siga at vit ikki enn hava avgjørt um vit fara at kannað málið.
– Men vit fara uttan iva at viðgera tað reint lógartekniska í kommunulógini, sum ásetur hvussu skattapeningurin eigur at verða umsitin.
– Vit hava sum sagt enn ikki viðgjørt málið, og tí kann eg heldur ikki siga nakað um kommunala eftirlitið fer at gera kanningar av málinum. Vit meta heldur ikki at málið hevur skund og tí dugi eg ikki at siga nær vit fara at taka eina støðu.




