Á móttøku í býráðshøllini hósmorgunin 24. mai varð Íverksetanarhúsið alment tikið í nýtslu.
Landstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, Steinbjør Jacobsen, borgarstjóri, undirstrikaðu týdningin av at stimbra íverksetarar.
Íverksetanarhúsið hevur tó virkað síðan januar 2007, og longu eru ymisk hugskot farin at spíra, greiddi leiðarin, Rani Nolsøe frá – Talan er um ítøkiligar verkætlanir, ið privatfólk hava ment í samstarv við fólk, sum hava tilknýti til Íverksetanarhúsið. Skipað hevur verið fyri skeiðum innan ymsar vinnutættir, og eisini hava fíggjarfyritøkur vitjað Íverksetanarhúsið og ráðgivið teimum útvið 30 íverksetarunum, sum higartil hava víst Íverksetanarhúsinum áhuga. Formaðurin í Norðoya Vinnulívsráði, Jógvan við Keldu, ynskti íverksetarahúsinum góðan byr.




