Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íverksetarahúsið fari í sving!

Norðlýsið

Í gjárkvøldið varð fyrsta og fullteknaða skeiðið í íverksetan hildið.

Rani Nolsøe, leiðari í húsinum, legði út við týdninginum av virkisætlanini sum amboð fyri íverksetarar. Yvirskipað snýr virkisætlanin seg um at koma frá hugskoti til málsetning á ein so effektivan og tryggan hátt sum møguligt. Undir yvirskriftini ‘Tað sum er ógreitt skrivað er ógreitt hugsað’ (sitat: Jógvan Isaksen), var dentur lagdur á, at virkisætlanin skal avklárað hugskotið og ætlanina hjá íverksetaranum, soleiðis at samstarvsfelagar og kringumstøðurnar fáa ta somu kláru fatan av ætlanini.

Síðani var ein væl upplagdur Regin Dalsgarð á bananum undir heitinum ‘soleiðis gjørdi eg’. Regin greiddi frá sínum virksemi sum íverksetari, sum longu liggur í fleiri fyritøkum í fleiri londum. Hóast Regin einans er 22 ára gamalur, hevur hann fleiri úrslit at vísa á. Tað hoyrdist so sanniliga aftur í hansara framløgu, sum var merkt av høgum flogi, kombinera við beinharðari realismu og svørtum tølum á botnlinjuni.

Ein góð blanding av luttakarum vóru á skeiðinum, har bæði næmingar, lærarar og fólk frá vinnumi luttóku.

Skeiðið, sum er í fimm modulum, koyrir hvørt mánakvøld til og við 19. februar. Modulini um handla Virkisætlan – Fíggjarætlan – Marknaðarlýsing – Persónliga avkláring – Netverk/ ráðgeving og innsløg frá íverksetarum undir heitinum ‘soleiðis gjørdi eg’.

Hetta er eitt stutt, men effektivt skeið við inspirerandi og dugnaligum skeiðshaldarum.

Av tí at áhugin fyri skeiðnum er stórur, verður byrjað við einum nýggjum skeiðið mánadagin 26.feb., sum verður skipað á sama hátt sum hetta fyrsta.