Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Íverksetaranetverkið góða byrjan

Jóhann Lützen

Yvir 30 áhugaði møttu til fyrsta fundin hjá nýggja íverksetaranetverkinum í Klaksvík, sum kallast 101010

 

Íverksetarahúsið var karmur um fyrsta fundin. Deiligir karmar sum kunnu geva einhvørjum íverkseta íblástur. 

Góðir munnbitar og gott at drekka afturvið og so greiddu fyrireikararnir frá ætlanunum. Kunnað varð millum annað um sermerkta navnið á íverksetaranetverkinum og eisini at ætlanin er at finna egin hølir. 

At vera íverksetari kann vera bæði spennandi og einsligt. 101010 varð stovnað fyri at savna fólk við hugflogi, dirvi og vilja – og skapa eitt umhvørvi, har tað er lættari at læra, finna hjálp og gera verkætlanir saman, siga fyrireikararnir

 

Melda teg sum lim á heimasíðuni hjá 101010 her.