Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

J. &. K. Petersen: Ídnaðarøkið við Borðoyarvík liðugt um ársskiftið

Oliver Joensen

Sigtór A. Petersen, anlegsleiðari hjá J. &. K. Petersen, upplýsir, at roknast kann við, at byggingin av Ídnaðarøkinum við Borðoyarvík verður liðugt um ársskiftið 2020/21.

Í stuttum kann sigast um arbeiðið, at talan er um 15.000m2 av byggibúgvnum øki til vinnuna í kommunini. Byrjað varð upp á arbeiðið í 2019.

Sigtór A. Petersen; ”Arbeiðið gongur væl, men onkrar avbjóðingar hava verið við moldkoyringini, men sum heild gongur arbeiðið sera væl og vinnan í Norðoyggjum kann vænta sær økið klárt til ársskiftið.”  

J & K Petersen hevur annars havt stóran stóran leiklut í Norðoyggjum, tá talan er um bygging av undirlendinum til vinnulívið í Norðoyggum og í sambandi við samferðsluna í økinum – bæði tá tað snýr seg um landafrøðiliga og tekniska økið innan alskins byggifrøðiligar vinnur.

 

Vítt arbeiðisøki

J. & K. Petersen Contractors hava sum sagt arbeitt nógv í Norðoyggjum. Eitt nú vóru tað teir, ið gjørdu keiina norðanfyri Kósina. J&K hava eisini gjørt stóru nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Norðtoftum, eins og teir gjørdu vatnveitingina hjá sama felag ígjøgnum Kunoyartunnilin til nýggju smoltstøðina á Strond.

Tá Norðhavnin í Ánunum varð gjørd á sinni, vóru eisini boð eftir J. & K. Petersen eins og teir hava gjørt eitt arbeiði við lendingina í Haraldssundi.

 

Eisini gjørt atkomuvegin til Húkin

Felagið var eisini við í tí konsortinum, sum bygdi Norðoyatunnilin, og í hesum sambandi stóð felagið millum annað fyri atkomuvegnum og rundkoyringini har Húkurin stendur.

Í 2005 varð felagið liðugt við ferjuleguna á Syrðadali.

Til stuttleika kann nevnast, at J & K Petersen gjørdu eitt stórt dýpingararbeiði við vestara kaiøki í Klaksvík seinast í nítiárunum uttanfyri NFCS virkið, hagani varð farið norður at leigja um Kósabrúnna norðureftir. Tann veturin kom eitt rættuligt ódnarveður av útnyrðingi vestri, sum gjørdi at ein flaki kom eitt sindur illa fyri har eitt skiftið. Men arbeiðið við dýpingini og arbeiðið við Kósabrúnni førdu til, at farið varð undir at gera Norðhavnina í Ánunum.

 

Byrjaði í Skopun

Felagið byrjaði annars so smátt sítt virksemi í Skopun, tá felagið keypti tann fyrsta lastbilin og byrjaði at koyra fyri fólk. Fyrst í 70-unum vaks virksemið eisini til at umfata ferðafólkaflutning.

J. & K. Petersen Contractors, sum vit kenna felagið í dag, byrjaði sítt virksemi í 1975 við at John og Kristian Anfinnur Petersen tóku við aftaná pápan. Núverandi stjórin, Stein Olvur Petersen, er triðja ættarliðið í felagnum.

Seinastu árini hevur felagið havt um 200 starvsfólk og starvsfólkaútreiðslurnar hava ligið um 80 mió. krónur um árið.

 

J&K Betong 

er eitt dótturfelag hjá J&K. Hetta er eisini eitt av teimum stórstu betong-framleiðslu feløgunum í Føroyum. Felagið hevur altjóða góðkenning frá norska Kontrolrådet. Hetta ger J. & K. Betong er eitt tað fremsta á sínum øki.

Árið 2019 royndist eisini sera væl hjá felagnum. Umframt sølumet, setti felagið eisini framleiðslumet í 2019.

Í løtuni letur J. & K. Betong ein part av framleiðsluni til báðar undirsjóvartunlarnar, sum eru í gongd og harafturat til nógv annað virksemi, ið er í gongd.

 

Framkoma reinsiskipan úr Italia

Sum einasta betongfelag í Føroyum, hevur felagið útvega sær eina framkomna reinsiskipan úr Italia. Hendan ger, at reinur sandur og skervur úr avlopsbotongi kann endurnýtast. Hetta er beinleiðis í tráð við málið hjá J & K Petersen, um at vera meira grøn á sínum virkisøki og harvið í mest møguligan mun at minka um dálkingina í sambandi við framleiðslu og nýtslu av sementi og betongi.