Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ja, nú sprettir á fold og spírar..

Norðlýsið

Í Mikladali í dag, ein góður dagur. Ein kann ikki annað enn fegnast nú fuglarnir eru komnir og um at koma. Smálombini eru mong og so dánt síggjast ungar eisini, jú várið er av álvara her, hóast hitin enn ikki hevur verið nógvur.

Vitjaði sjálvandi kópakonuna, mylluna og smiðjuna, men tað sum eg fegnaðist mest um í dag var plantagan.

Tey, ið vitjaðu plantaguna í Mikladali fyri nøkrum árum síðani, skuldu komið aftur hendavegin. Tað var verulig ein vøkur sjón at síggja alt arbeiðið, ið ikki minst staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur gjørt her í plantaguni væl stuðlaður av Skógrøkt Landsins og býargartnaranum í Klaksvík. Sum flestu vita, so fekk plantagan her ein rættuligan lúsing í eini ódn fyri árum síðani. Men staðbundni maðurin hjá kommununi, Jákup Marner Anthoniussen hevur rættuliga fingið plantaguna aftur upp á føtur. Valla nakrantíð hevur plantagan verið í betri hondum enn nú. Sjálvt um gróðurin ikki enn rættuliga er komin fyri seg, so er plantagan so absolutt eina vitjan verd. Góðar gøtur, snotuligar brúgvar og nógv fuglaljóð gjørdu løtuna hugnaliga í millum trøðini í dag.

Enn er tjørnin tó ikki komin á tað støði hon var, men sum skilst, so verður arbeitt sera miðvíst við hesum.

Kópakonan hevur verið við til, at ein vitjan í Mikladali er eitt “must” hjá ferðamanninum sum kemur til landið. Mikladalur er ein sonn perla og tey, ið beinleiðis vara av bygdini hava fríðka og rudda, eins og kommunan hevur gjørt sítt. Bert spell, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki er meira at sær komin tá ið um samferðsluna til og í oynni ræður.