Fyritrimum árum síðani legði eg fram uppskot um at yvirtaka loftrúmið.
Uppskotiðvann frama í Føroyum, men tíverri vóru tey í Danmark, t.e. politikkarar ogembætisfólk, ikki við upp á tað, heldur tvørturímóti. Tey løgdu seg tvøranog ynskja ikki, at Føroyar yvirtaka loftrúmið. Hetta harmaði megsjálvsagt.
Taðharmaði meg eisini nógv at síggja eitt av føroysku fólkatingsumboðunum, EdmundJoensen, fara til verka og arbeiða ímóti tí. Sjúrð sá mann tíverri einkitil; veit ikki, um hann var líkaglaður ella hvat. Kanska var hann upptikinvið onkrum øðrum. Hetta var so íkastið frá fólkatingsumboðunum í hesummálinum.
Hettaverður tí eitt mál, sum vit í Fólkaflokkinum í framtíðini koma at arbeiða hartfyri, júst sum við yvirtøkuni av undirgrundini á sinni. Tað verður helst einharður kampur, og tí krevur tað, at vit hava røttu fólkini á røttu støðunum,sum arbeiða saman fyri at náa á mál.
Ivasttó ikki: loftrúmið skal yvirtakast, og tað skal yvirtakast skjótast gjørligt!
Tað er eingin grund at bíða!
Skuluvit koma vegin fram er eisini umráðandi, at vit hava umboð á Fólkatingi, summ.a. arbeiða fyri at yvirtaka loftrúmið.
Veltí Fólkaflokkin, vel Janus Rein
Veleitt umboð sum við løgfrøðiligum hegni kann gera mun!




