Seinnapartin mikudagin steig nýggi danski álopsleikarin hjá KÍ í land av Dúgvuni saman við KÍ-samskiparanum, Bill Mc Leod Jacobsen, og mikukvøldið var hann á vøllinum og heilsaði upp á venjarar og leikarar, sum hann nú skal spæla saman við í KÍ. Avtalan er komin í lag við stuðuli frá KÍ-stuðlum í Havn.
– Eg má hava havt eina sera góða ferð til Føroya, tí eg svav meginpartin av tíðini, segði ein smílandi og fyrikomandi Jacob Bymar, tá vit spurdu hann, hvussu ferðin til Føroya hevði gingið.
Enn hevði hann ikki sæð so nógv til føroysku náttúruna, tí rímiliga nógvur mjørki var mikudagin, men tað fær hann ivaleyst ríkilig høvi til ta komandi tíðina.
Jacob Bymar er nú partur av sterkasta leikarahópinum hjá KÍ, sum nú fer í holtur við seinnu hálvu av kappingini.
Umframt venjingar og ein innanhýsis venjingardyst, sum verður hóskvøldið verður fyrsta uppgávan hjá liðnum ein venjingardystur á Ólavsøku, áðrenn tað verður rættiligur álvari við landskappingardystum og Evropa-Cup dystum ímóti Molde úr Noregi.
Um seg sjálvan sigur Jacob Bymar, at hann metir seg sum ein allround álopsleikara.
Velkommen Jacob!




