Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob Bymar skaddur undir venjing

John William Joensen

Tað er rættuligt mannfall í løtuni á KÍ-liðnum og tí verður møguleiki at vit aftur hósdagin síggja nýggj nøvn á KÍ-liðnum.


Jacob Bymar sum hevur verið burtur við lær skaða í einar tvær vikur, var aftur at síggja á KÍ liðnum um vikuskifti.
Men undir venjing mánakvøldi fekk hann aftur trupuleikar við lærinum og hann verður ikki við hósdagin.
Leon Bjartalíð er eisini ivasamur og Marek verður heldur ikki tøkur. Julian Samuelsen er leikbannaður fram til junimánaða.
Tí er spurningurin hvør venjarin fer at brúka og har eru fleiri nøvn at velja ímillum.Eyðun Klakstein hevur ikki fingið nógva leiktíð og Fríðin Ziskason, sum eisini hevur veri skaddur var við 2.deild á Tvøroyri um vikuskifti. Hann er ein møguleiki, men eisini er møguleiki fyri at venjarin velur ein av unglingaleikarunum.