Vit, undirritaði, Hans Hjalti Skaale og Ásmundur Joensen hava havt ætlan um ein túr at vitja Kristian Fríðrik Olsen úr Klaksvík, sum er fluttur til Norrbotten í Svøríki at búgva. Orsøkin til ætlan okkara er, at vit hava í fleiri umførum verið á Íslandi og fiska síl, nú hugsaðu vit um, kanska at fara at royna eitthvørt annað.
Eitt sindur skal ein seta seg inn í, tá ein hevur hug til slíkt og serstakliga tá man skal vitja fremmant land. Tað var tí til høgrabeinið at tosa við bygdamannin í Norrbotten.
Kristian Fríðrik Olsen flutti sum sagt til Svøríki. Fyri nøkrum árum vildi kona hansara ið er svensk aftur til sítt heimland at passa mammu sína sum var sjúk. Økið, tey fluttu til, eitur Hakaviken har eru kanska eini 15 hús í nærumhvørvinum, skógarøki, sum verfaðir Kristian hevur lagt inn. Hetta hevur verið eitt summarhúsøki, tó nú búgva fleiri familjur fast her.
Kristian Fríðrik og Lisbet hava sína gongd í kirkjuna, sum liggur í útkantinum av býnum, sum er í nærumhvørvinum.
Ein dagin til kirkjukaffi, prátaðu vit við eitt eldri par, sigur Kristian, tá tey hoyrdu at eg var úr Føroyum, so nevnir maðurin, um eina grein, sum hann hevði lisið um ein “orgultrampare från Færøerne”. Eg vaknaði við beinan veg og sigið, at tað kann bara hava verið Svend Lundmark. Tað játtaði hann og segði at hann hevði goymt greinina og skuldi geva mær hana. Tað vísti seg at kona hendan mannin, var vinkona við rithøvundan til greinina, helst hevur tað verið orsøkin til at greinin hevur verið goymd. Svend Lundmark búði stóran part av lívi sínum á Biskupsstøð hjá Hans bónda og konu hansara, systur Svend, Vendlu.
Niðanfyri er greinin, føroyska av Alex Sólstein:
Hirðin og urgutramparin í Føroyum
Av Tore Nilsson
Føroyar merkja seyðaoyggjarnar. Langt úti í havinum liggja tær træleysar. Tær hoyra til norðanlond, men skilja seg frá sínum ættarlondum í útsjónd og livihátti. Ongastaðni hava seyðamenn verið so drúgvir sum har.
Har býr í dag ein svii, sum var hirði ella seyðamaður.
Hann eitur Sven Lundmark og hevur haft eina sjáldsama lívssøgu haðani nakrar fáar løtur kunnu takast fram til lesararnar til vitnisfesti um Guds trúfesti. Fyri 77árum síðani var Sven føddur í Arjeplogs sókn. Um hansara føðistað Jækkvik skrivar Norrlands fremsti rithøvundi, Petrus Laestadios í bók síni ”Journal”: …” eitt nýbygt umráði við vestara enda av vatninum Hornavann, nevnt Gäckvik.
Jørðin er full av smágróti og næstan ongari mold; rundanum er mýrilendi. Har tykjast mýggjabitanna høvuðstilhald at vera. Óteljandi milliardir av mýggjabitum sveima í luftini og skapa eina skýming ta stuttu summartíðina. Og fyrsta heystkvøldið kemur ein kaldur gjøstur, sum leggur svartakálk á vøksturin. Seks drúgvar míl eru til kirkjubygdina, og eingin bústaður á vegnum. Um summarið er illa framkomandi fyri stormi, og um veturin er ikki framkomandi við hesti vegna djúpan kava og stóru íshóparnar á ísinum á vatninum Hornavann”.
Petrus Laestadius var føddur í Bougt, eina míl (ein svensk míl er 10 km.) frá Erjeplogs kirkjubygdini, men vekingarpresturin Lars Levi Laestadius var føddur í Jäkkvik í 1800, og tá Sven Lundmark var føddur har 89 ár seinni, var enn eingin vegur, men við báti komst ikki nógv betur fram eftir Hornavann, og tí høvdu nógv sett seg niður á staðnum har, tí har vaks væl og tú kundi liva og dyrka vøkstur um Hornavann, sum er djúpasta vatn í Svøríki. Hetta var eitt lendi, ikki bert fyri mýggjabitar. Eitt kapel er bygt á einum vøkrum nesi, og sunnan fyri bygdina liggur vakra fjallið Peljekaise. Sven Lundmark lærdi seg sum smádrongur at standa á skí á bratta fjallinum og fanga rípur við snaru um veturin, og at fanga fisk úr smáu tjarnunum ella í ánni, sum rennur frá Sädvajaure út í Hornavann oman fyri Jäkkvik. Ríka blómumongdin um summarið og tað feska grasið, tann sevjumikla grøna bjørkin, og tutli frá ánni vakti í honum alskin til náttúruna, og hann kom tíðliga at kenna samarnar og teirra fjakkaralív, og ferðafólk og turistar komu ofta hagar, so hann í dreingjaárunum upplivdi vakurleika, gleði og spenning. Hann ræddist ikki fyri teimum seks mílunum til kirkjubygdina og ræddist ikki søguna fyri 50 árum síðani hjá Læstadil: ”Tigandi grøvin ræður yvir bygdalagnum, um ikki hóttandi úlvagoyggjuni úr ævintýrunum, ella ræðuligu dunini úr fjøllunum bróta tøgnina”.
Tíðliga lærdi hann at kenna sín skapara, sum hann var doyptur til, og í ætt hansara vóru nógv guðsóttandi fólk. Í bygdini Adolfström hinumegin fjallið hevði hann ættarfólk, sum hann av og á vitjaði. Hvat vóru tvær míl at ganga í hagalendinum! Um veturin gekk hann eftir gøtuni ella hálvrann um fjøllini og skóvvøksturin og hvíldi seg í bygdini ”Bruket” við vatnið Yraf, og hoyrdu teir gomlu siga frá um at fara at fiska ella á veiðuferð og skemtisøgum, ella um minuarbeiðið í Nasafjäll og smeltuovnarnar og tað lívliga lívið í silurbrúkinum á Adolfstrøm. Hann sá gamla veggin, sum teir skutu kúlur inn á fyri at taka blýggið út, so silvurið varð eftir. Hann helt, at land hansara var besta land í verðini, og tá pápi hansara ein dagin kom aftur við einum stórum steini úr einum fjalli og segði at hann skuldi vera ein vernd á hansara grøv við fedranna kirkju. Tá hugsaði Sven, at her skuldi hann liva og doyggja í Norrbotten og í fjallabygdini.
Soleiðis vildi Gud tað ikki
Sven hevði eina systir, sum av ókendum orsøkum kom at giftast við einum føringi, og ein dagin fór Sven til Føroyar at hjálpa systrini og svogrinum eina tíð. Millum annað skuldi hann ansa seyðinum. Eitt løgið land! Eingin kavi á fjøllunum, og eingi reinsdjór, ongar víddir og sera fátæksligt við blómum. Ikki ein bjørk, ikki kavaklæddar tindar at síggja í sjónarringinum men aldur og aldubrot. Seyð kendi hann frá barni av men ikki so stórar gongur, sum her, og ongantíð hevði hann hildið, at neyðugt var at ansa teimum. Ein dagin skuldi hann fara heim aftur, men árini gingu, og hann varð verandi. Har vóru gudsóttandi fólk á oyggjunum og har fanst Guds hús. Gud var har. Ein dagin fekk hann møguleika í kirkjuni í Klaksvík. Tá Harrans vakri songur skuldi ljóma, og orglið skuldi bera ríku koraltónarnar, mátti onkur vera at traðka á urgubjølgin. Harrin hevði valt fjalladreingin Sven Lundmark, frá Jäkkvik, sonur ein niðursetumann frá Västerbotten, til at geva urguni luft í sínum templi í Norðsjónum. Soleiðis kom Sven Lundmark at traðka urguna, meðan sálmar av Brorson, Oehlenschläger og Kingo ljómaðu um geilar við velduga orgulverki Atlantarhavsins aftanfyri. Sven tænti Gudi og kirkjufólki, og var vinur við klokkara og prest. Dagligdagin leitaði hann í haganum, heiligdagin í kirkjuni. Hann sá fyri sær í huganum langt burtur Peljekaise og streymin í Sädvaströmmen, og hoyrdi fyri sær Silbojokks malmvisa.
Sven Lundmark syrgdi yvir sína tøgn
Hann kundi tosa! Men hann var ikki førur fyri at vitna um Harra sín. Hann vildi vitna, men fann ikki orð og metti seg ikki skikkaðan til tess. So lærdi Gud hann, at hann skuldi tala á serligan hátt. Hann skuldi prenta traktatir at býta út til fólk. Tað eru nú skjótt 40 ár síðani, at hann byrjaði hesa vitnistænastu, og hann hevur sjálvur saman við øðrum skrivað traktatir og latið tær prenta í Keypmannahavn fyri egnan kostnað. Við egnari hond hevur hann býtt tær út. Hann hevur ferðast í Noreg og Svøríki og givið felags ferðandi eitt gott orð á vegnum. Hann, sum hetta skrivar, møtti fyri 20 árum síðani einum manni, sum var øðruvísi enn hini. Hann kom í sama bussi sum eg frá Arjeplogg til Arvidsjaur og helt fram við sama toki suðureftir. Tokførarin hugdi kannandi at hesum heldur sjáldsama ferðamanninum við stóra pappírspakkanum, men heilsaði kurteisliga, tá hann sá, at har vóru útlendsk print ímillum. Kanska hugsaði hann sum eg, at hetta var ein enskur lordur ella ein gullvaskari frá Alaska, sum gjørdi lapmarkini tað æru at ferðast har. Men hetta var ein stórur Guds maður, seyðamaður sum kong David og vinur við øll fólkini í kirkjuni í Klaksvík! Síðani tá hava vit skrivað saman og sent heilsanir, og hann hevur keypt bøkur og tiðarrit frá EFS og Svøríki. Nú skrivaði hann, at Harrin hevur ørkymlað hann so, at hann ikki longur veit, hvussu nógvar traktatir hann hevur latið prentað. Tó er tað gott hjá honum at vita at Harrin sjálvur veit, hvussu nógvar traktatir hann hevði latið úr hondum. Hann hevur tað gott í Føroyum á sínum gomlu døgum. Eftirlønin frá danska statinum røkkur til pappír, blekk og prentkostnað og brævporto, og so passar hann samskiftið við vinir í Svøríki og øðrum londum. Hann nevnir seg ”tað næstan stumma vitni” men til mín hevur hann talað sterkari enn mangur. Og kanska skal Harrin á stóra degnum vísa fram tøl, sum setur tað næstan stumma vitni framman fyri mangan, sum orðaðu seg ofta og vitnaðu uttan at kýta seg. Viðhvørt haldi eg, at urgutramparin spælir eitt av vakrastu løgunum, og at hansara lív er ein reinur tóni í Guds stóru hymnu, og meðan hann ansaði seyðinum í føroyska grasinum, ella hvíldi seg í náttúruni, hevur hansara bøn rokkið góða hirðan, sum leiðir okkum á rætta vegin. Og maðurin, sum kom frá Hornavatni til Klaksvíkar, livir nú sítt ríka lív í kristnu samkomuni í Føroyum, bíðandi eftir ævinleikanum í Harrans húsi.
Tore Nilsson
Allir Klaksvíkingar kendu Sven fyri at siga: ”Jag skal opp i kyrkan at trampa før Frida”.
Rithøvundurin:Tore Ulrik Nilsson, varð føddur 8. november 1919 í Vannas, Vasterbotten. deyður agutust 1998., var svenskur prædikumaður og politikari (moderaterna). Læs við Johannelunds teologiska institut 42-44. Prædikaði í evangelisku Fosterlandsstoftelsen (EFS). Hann var eisini rithøvundur og heimstaðsgranskari.
Tore var rikisdagsmaður fyri høgraflokkin “moderaterna, valdur í Vasterbottens lans valdømi. (Oliver).






