Reyða kortið var í lagi, men Atli Gregersen brúkti skitin tricks, sigur Jákup á Borg m.a. í skrivi til B36 viðhaldsfólkini í dag.
Var tað ikki fyri einum reyðum korti í Sarpugerði í gjár í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, so hevði dysturin helst farið í gloymibøkurnar skjótt.
Jákup á Borg fekk reyða kortið eftir ein samanstoyt við Atla Gregersen. Ein hending sum ikki fór fram, har sum bólturin var. Onkur í dómara toyminum sá hendingina soleiðis, at Jákup fekk reyða kortið.
Síðani hevur kjak verið aftur og fram um, hvat veruliga hendi. Og nú hevur Jákup á Borg, liðskipari hjá B36, givið sína frágreiðing.
Hattar var reytt kort – eg gav Atla ein alboga, sigur Jákup á Borg, sum er keddur av støðuni, sum hann setti felagið í og ásannar, at slíkt hoyrir ikki heima hjá leikarum, sum skulu vera fyrimyndir hjá teimum yngru.
Men liðskiparin hjá Víkingi er ikki ósekur í hendingini og hevur eisini fingið eina heilsan við á vegnum frá liðskiparanum hjá B36.
– Eg reageraði, sum eg gjørdi, tí Atli er ein persónur, sum eg havi virðing fyri og havi dámt væl, og eg blívi keddur av, at fólk, sum standa mær nær, kunnu finna upp á at broytast SO nógv, skrivar Jákup í boðum til viðhaldsfólkini.
– Sjálvandi veit eg, at nógv skitin tricks verða brúkt, tá menn royna at vinna ein fótbóltsdyst. Men tú mást ikki missa virðingina fyri ítróttini. Fótbólturin er eisini eitt spæl, sum gevur møguleika at knýta nógv vinarbond, og tí eri eg sera vónbrotin av hendingini, sigur Jákup á Borg við B36 heimasíðuna.




