Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup á Borg: Fimm lið kunnu vinna FM

Jákup Ósá

B36 venjarin, Jákup á Borg, er samdur við Bagga, men heldur tó, at favoritt leikluturin er eitt sindur størri á tveimum av teimum fimm føroyameistarakandidatunum.

B36 venjarin, Jákup á Borg, er samdur við Bagga, men heldur tó, at favoritt leikluturin er eitt sindur størri á tveimum av teimum fimm føroyameistarakandidatunum.

Nýggi B36 venjarin, Jákup á Borg, stendur yvirfyri síni fyrstu venjaraavbjóðing í bestu deildini. Hann hevur fleiri ferðir verið hjálparvenjari hjá barndómsfelagnum, men nú skal hann standa á odda fyri liðnum, sum m.a. vann føroyameistaraheitið í 2011, 2014 og 2015.

Hópurin helst endaligur

Jákup sigur, at í B36 eru teir væl nøgdir við hópin.

– Vit hava mist Hørð Askham, Hanus Thorleifsson, Sebastian Pingel og meg sjálvan, meðan Christian R. Mouritsen og Patrik Johannesen eru komnir til. Vit eru væl nøgdir við hópin og sum útgangsstøðið er hetta endaligi hópurin. Dyrnar eru tó ikki stongdar, um okkurt spennandi skuldi stungið seg upp, sigur Jákp á Borg.


Víkingur og KÍ eitt vet frammanfyri NSÍ, B36 og HB

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, og venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, hava báðir nýliga víst á í Norðlýsinum, at teir halda, at fimm lið hava realistiskan møguleika at vinna føroyameistaraheitið.

– Eg eri samdur í, at fimm lið hava møguleikan. Men eg vil tó siga, at Víkingur og KÍ mugu metast sum nakað størri favorittar, men hini trý eru eisini onkustaðni har umkring, sigur Jákup á Borg.

Jákup sigur, at í B36 fyrireika teir seg í hesum døgum á kropsliga partinum til komandi kappingarár umframt, at ein venjing er á vøllinum um vikuna. Eins og hjá flest øðrum liðum, so byrja regluligu venjingarnar úti ikki fyrr enn fyrst í januar. 

Harleyfacadeacryl