Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup á Dul kendi seg óynsktan í Klaksvík

John William Joensen

– Vit hava verið væl móttikin allastaðni har vit hava latið upp handlar men í Klaksvik vóru vit óynsktir, sigur kendi handilsmaðurin Jákup á Dul, sum í dag hevur 45 handlar kring um í heiminum.

Jakup á Dul Jakobsen er maðurin sum stendur aftanfyri Skemmuna og Jysk í Føroyum og í dag er fyritøka hansara millum 10 tær størstu í Føroyum, men tá hesin frágera handilsmaður fyrst í 90 unum ætlaði at byggja handil í Klaksvík var hann steðgaður av tí at býráðslimir óttaðust fyri verandi handilslívi í býnum.

Gongdin í málinum
Í Norðlýsinum nr. 10 fríggjadagin 15. mars 1991, stendur at lesa at ætlanir eru at byggja nýggj handilshús á ídnaðarøkið við Borðoyavík:
– Tær ætlanirnar sum vit hava frætt um er, at BR, Kvetti og Skemman saman skulu byggja ein bygning uppá umleið 700 fermetrar.
– Hugsanin aftanfyri hetta tiltakið er, at hesir tríggir handlarnir skulu vera undir sama taki, og eftir tí vit skilja, so er ætlanin at hetta handilshúsið skal standa liðugt um eitt ár.

Fríggjadagin 21. juni 1991 er lesarabræv í Norðlýsínum, frá býráðsliminum Jákup Mikkelsen, har funnist verður at býráðsformanninum at hesin hevur selt grundstykkið á ídnaðarøkinum til eina fyritøku, sum skal selja leikutoy, matvørur og dýnur uppi á ídnaðarøkinum:
-….Harafturat leggja hesi somu menn onki í, um teir við at fylla ídnaðarøkið við handlum, úr eitt nú Havnini, sum koma at taka fótin undan okkara egnu handlum…..

Í blaðnum nr. 24 fríggjadagin 28. juni spyr blaðstjórin á Norðlýsinum hví byggimálið fall í býráðnum.
– Tað má sigast at vera margháttligt at eitt byggimál skal falla so við buldur og brak í býráðnum sum málið um handilsbygningin hjá Skemmuni.
– Málið fall so dyggiliga, at bert tríggir býráðslimir vóru fyri og av teimum trimum má tann eini sigast at hava meira enn býráðsáhuga fyri at málið kom ígjøgnum, so ein kann næstan siga at tveir av 12 vóru fyri.
Blaðstjórin finst at býráðsformanninum (Óla Heinesen) fyri ikki at hava tryggja sær meiriluta fyri málnum áðrenn tað kom fyri á býráðsfundi.

Í sama blaðnum finst Óli Heinesen, borgarstjóri, harðliga at býráðslimum, sum atkvøddu ímóti.
Undir yvirskriftini – Tillukku Kristian Fr. Olsen og tit – rør borgarstjórin upp undir at fleiri av býráðslimunum atkvøddu ímóti hóast teir innast inni vóru fyri.
– Nú havi eg rættuliga trupult við at luttaka við lív og sál í tjakinum um eitt byggimál, og serliga tá øll okkara tekniska fyrisiting sigur gott fyri tí. Slíkt vil eg sum regul meta, at hon kann avgreiða, men har tapti eg so, tað má eg viðganga, men teir sum halda hava seg hava vunnið í hesum málinum hava eftir mínari meting sjálvir tapt.
Borgarstjórin sigur í somu grein at  tað var áhugavert at síggja hvussu býráðslimir fingu gele í knøðini tá teir sóu handilsmennirnar sum vóru møttir upp á býráðsfundi.
Tað sæst á skrivingarlagnum at borgarstórin er sera óður og heldur tað vera undir alt lágmark at  teniska nevnd onga støðu tók í málinum, men valdi at beina málið í býráði uttan støðutakan. Tað er hetta sum gjørdi at málið endaði í ruðuleika undirstrikar borgarstjórin Óli Heinesen.

Tann 9. august skrivar Norðlýsið at málið um Skemmuna skal aftur í býráði, men hetta er tó ikki vátta.

Í Norðlýsinum fríggjadagin 6. september stendur at lesa at borgarstjórin er bakkaður í Skemmu málinum.
– Málið hevur verið fyri í byggi- og býarskipanarnevndini, sum samd boðaði advokatfelagnum hjá Skemmuni frá at málið var endaliga avgreitt á nógv umrádda býráðsfundinum.

Blaðið skrivar eisini at tað ljóaðar at Skemman ætlar at saksøkja við kravið um endurgjald
– Um so er at Klaksvíkar Kommuna verður noydd út í at gjalda eitt endurgjaldskrav, so fer kjakið at snúgva seg um borgarstjórin persónliga, ið skal gjalda rokningina.

Fríggjadagin 4. oktober 1991 er lesarabræv í Norðlýsinum har borgari finst harðliga at framferðarháttinum hjá býráðnum í Skemmu málinum.
– Skemman hevði fingið loyvi at byggja har, men ein meiriluti í býráðnum segði nei, sjálvt um tað ljóðaði at stykkið var goldið og klárt var at fara undir at byggja.
Hóast lesarin meinar at skemman og aðrir handlar eiga at fáa loyvi at byggja á økinum so endar hann greinina við einum PS:
-PS: Sjálvandi skulu Klaksvíkingar hava fyrsta rætt at byggja.

Hetta seinasta brotið í brævinum frá borgara í Klaksvík lýsir kanska væl hugsunnarháttin hjá borgarunum í Klaksvík, tí hóast fleiri ikki vóru samd í at Skemman átti at fingið loyvi at bygt so vóru flestu samd um at Klaksvíkingar høvdu fyrsta rættin til at dríva handil í Klaksvík.

Jákup á Dul Jakobsen
hevur í dag 45 handlar og málið hjá hon er at lata 10 nýggjar handlar upp á hvørjum árið. Í dag arbeiða umleið 800 fólk í handlunum sum eru í seks londum.
Mett verður at fyrtøkan hjá Jákup á Dul Jakobsen telist millum 10 tær størstu fyritøkurnar í Føroyum. Handlarnir eru í Føroyum, Kanada, Íslandi  og Baltisku londunum.
Norðlýsið ringdi til skrivstovuna hjá dulamanninum í Íslandi og Jákup váttaði at teir høvdu stórar ætlanir fyrst í 90 unum.
– Vit høvdu stórar ætlanir í Klaksvík.
– Vit keyptu grundstykkið til ein handilsbygning á ídnðararøkinum við Borðoyavík og har ætlaðu vit at hava BR-leikur, Skemmuna og Kvetti (matvøruhandil).
– Vit fingu grundstykki og goldu kommununi pening fyri hetta, men so vendist alt og brádliga var stór mótstøða ímóti okkum.
– Nú er so long tíð liðin og tí síggi eg onga orðsøk til at ríva upp í tí, men vit føldu veruliga at vit vóru óynsktir í Klaksvík og tí avgjørdu vit at sleppa ætlanunum.
-Vit tíma sjálvandi ikki at vera har sum vit ikki eru ynsktir, men eg fekk ongantíð nakra grundgeving fyri hví tað hevði so stóran týdning av vísa okkum burtur.

Mistu pening í Klaksvík
– Vit høvdu jú keypt grundstykki frá býráðnum og tá so býráði at enda ikki vildi geva okkum byggiloyvi høvdu vit ongan áhuga í at eiga grundstykkið.
– Tí kravdu vit at fáa peningin aftur frá býráðnum men hetta var lættari sagt enn gjørt. Klaksvíkar Kommuna var tá í fíggjarligari kreppu og sum eg skilji so fór peningurin frá søluni av grundstykkinum til at gjalda lønir í kommununi.
– Endin var at vit fingu pening aftur men vit mistu fitt av peningi upp á verkætlanina í Klaksvík sum jú ongantíð bleiv veruleiki.
Jákup á Dul Jakobsen sigur at handfaringin hjá býráðnum í Klaksvík kom illa við hjá teimum tí tá var hetta nógvur peningur.
Kemur ikki aftur til Klaksvík
Spurdur um tað í dag hevði verið aktuelt hjá Skemmuni at bygt í Klaksvík svarar Jákup noktandi.
– Nei, í dag haldi eg ikki at Klaksvík er áhugavert at hava handil í.
– Økið er ov lítið, tí har búgva jú einans 5000 fólk, men tá var Klaksvík eitt áhugavert pláss tí tað var avskorið. Harafturat var tørvur á einum góðum handli í býnum, men nú fasta sambandi kemur hava vit ikki tørv fyri at koma til Klaksvík.

Týdningarmikið at fáa handilsdepil
Hóast Jákup á Dul ikki sjálvur hevur ætlanir at lata upp handil í Klaksvík so heldur hann at ein handilsmiðdepil í Klaksvík hevði havt stóran týdning fyri býin.
– Eg eri ikki í iva um at ein handilsmiðstøð í Klaksvík hevði fingið sera stóran týdning fyri býin og hevði eisini gjørt býin áhugaverdan hjá øðrum virksemið.

Heldur nógv av Klakvíkingum
Jákup á Dul hevur annars bara gott at bera klaksvíkingum og sjálvir hevur hann nógv tilknýti til Klaksvík.
– Umframt at eg var nógv í Klaksvík tá eg var yngri so havi eg altíð verið hugtikin av náttúruni rundan um Klaksvík.
– Tí skilti eg ongantíð tað viðferð vit fingu í Klaksvík. Vit vildu bara byggja ein góðan handil í Klaksvík men tað fingu vit so greitt at vit at hetta var ikki nakað sum býráðslimir í Klaksvík vildu. Eg haldi tó at Klaksvík tørvar enn ein góðan handil og tí eri eg ikki í iva um at ein handilsmiðstøð í býnum hevði givið býnum eitt lyft.

Peningurin sum Jákup á Dul umsíður fekk aftur frá Klakvíkar Kommunu bleiv seinri brúktur til íløgur í Íslandi.

———-

Red:
So er bara at vóna at ætlanirnar við at byggja ein handilsmiðstøð og mentanarhús í miðbýnum ikki eisini fær somu lagnu sum  byggimálið hjá Skemmuni.

John William Joensen