Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup: Áskoðararnir kunnu vænta sær undirhald

Jákup Ósá

KÍ miðvallarleikarin gleðir seg til dystin á Norðoyastevnu í morgin.

Jákup B. Andreasen hevur seinastu dagarnar verið saman við U21 landsliðnum, men hann er væl fyri til dystin í morgin.

– Eg eri væl fyri og spentur. Við U21 hava vit liva sum professionellir í nakrar dagar bæði við hvíld og kosti. Eg síggi positivt uppá tað. NSÍ hevur eitt øgiliga sterkt lið og um teir sleppa at spæla, so eru teir millum bestu liðini í Føroyum. Seinast raktu vit plett við taktikki og avriki og so er tað upp til okkum hesaferð at seta okkum upp og gera tað sama umaftur. Bæði liðini vilja vinna og tí vænti eg tað verður opin dystur, ið gongur aftur og fram. Og kanska ein málríkur dystur, so áskoðararnir kunnu vænta sær undirhald, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið undan dystinum.

KÍ og NSÍ spæla sunnudagin kl.15.00.

Harleyfacadeacryl