Teir hava 110.000 pund á 12 setum
Teir hava 110.000 pund á 12 setum
Jákup B landar mánamorgunin kl. 08.00 og teir selja á uppboðssøluni.
Knapt helvtin er svartkalvi og restin er toskur. Teir eru 13 mans við hendan túrin. Metta veiðuvirði er umleið 1,3 mió kr.
Nú verður lagt til einaferð eftir Ólavsøku.
Skipari hendan túrin er Hans Lützen.




