Við Føroyar er at kalla onki at fáa, so var tað ikki fyri íslandskvotuna hjá okkum, so hevði verið illa vorðið. Vit vónaðu eisini at sleppa til eysturgrønland, men tað sær onki út, sigur Grímur Lassen, reiðari á Jákupi B.
Tað gongur sera illa við fiskarínum undir Føroyum, í veruleikanum kann man siga, at skipini drepa ikki livandi.
Tú kanst fara út við línubáti undir Føroyar, um tú so ert á djúpum vatni ella á heimaleiðunum, tú sært ikki færran av nøkrum skipið, í veruleikanum eigur tú eitt stórt hav fyri teg sjálvan, men fiskur eksisterar ikki kunnu vit gott kalla tað. – Tosað verður um ovurfisking og at orsøkin skal vera at flotin er ov stórur, tað er ilt at skilja hjá okkum, sum fyri 20-30 árum síðani sóu havið kring Føroyar upplýst sum ein annan milliónbý, nú sært tú ikki eina “kolu” lýsa nakrastaðni um tú siglir í dagar.
Jákup B eigur eini 500 tons undir Íslandi, og tað er tí kvotuni vit liggja á í løtuni, Vit hava gjørt tveir túrar uppá eini 150.000 pund, og tað er bara allright, men prísurin er lágur í løtuni, so sjálvt Íslandskvotan er onku gullnám.
Vit høvdu vóna at sleppa til eysturgrønlands at royna, men tað sær ikki út til annað, enn at fiskimálaráðið bert hevur ført kvotatingingar fyri ein bát. Um tað sama hendi í Barentshavinum og vit fingu 4000 tons aftura og Enniberg fekk alt, so hevði helst verið ramaskríggj. Tað sær út til at tá talan er um kvotuna hjá línuskipunum undir Eysturgrønlandi, tá ber alt til, sigur Grímur Lassen at enda.
14 mans fóru við Jákupi B í gjárkvøldið.




