Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup B til Scrabster at selja

Oliver Joensen

Í kvøld fór Jákup B til Scrabster at selja lastina. Teir fingu ábendingar um ein prís sum er umleið tað dupulta av fiskaprísunum í Føroyum.

Grímur Lassen, reiðari á Jákup B, sum sjálvur er skipari á túrinum til Skotlands, sigur at prísirnir í Føroyum eru vánaligir júst nú, tí valdu teir at fara niður at selja. Tær ábendingar vit hava fingið er, at prísurin er út ímóti tí dupulta í Skotlandi og harafturat er eisini bíligari at landa í Scrabster. Men sjálvandi skal siglingin niður takast burturav, men alt í alt halda vit at gloppið millum prísirnar í Føroyum og Scrabster er so mikið stórt at tað er eina roynd vert.
Klakkur hevur hendan túrin roynt á landgrunninum norðanfyri og meginparturin, eini 70% av lastini er hýsa, síðani er nakað av toski og restin er longa og brosma. Helma Lassen hevur verið skipari á túrinum og 13 mans hava verið við. Túrurin var stuttur, Jákup B hevði bert góðar 5 setur hendan túrin.