Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jákup Baldvinsson vann Haldor Holm Cup

Jóhann Lützen

Hálvi klaksvíkingurin úr Fuglafirđi streyk avstađ viđ sigrinum í dag

Kappast varđ um Haldor Holm steypin í Klaksvík í dag. Tá allar kúlurnar vórđu lidnar at rulla, stóđ ein greiđur vinnari eftir.

Kappingin er skipad soleiđis at tađ snýr seg um at fá so nógv sum gjørligt. Tann sum fær mest eygu vinnur steypin.

Jákup Baldvinsson úr Billiardfelag Fuglafjarđar vann viđ 2764 stigum. 

Páll H. Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag gjørdist næstbestur viđ 2254 stigum

Á triđja plássi kom Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag viđ 2220 stigum.