Jákup B. Andreasen fekk boð um at njóta tað korterið hann fekk, tá dysturin í roynd og veru var avgjørdur.
18 ára gamli KÍ miðvallarleikarin Jákup B. Andreasen fekk í kvøld debut á U21 landsliðnum, tá hann kom á vøllin seinasta korterið. Tá var støðan 5-1 til Finnland, so spenningurin var farin úr dystinum. Jákup fegnast tó um, at hann fekk sínar fyrstu minuttir og heldur, at hann hevur fingið nógv burturúr hesar dagarnar saman við U21 landsliðnum.
– Eg fekk boð um at njóta tað løtuna, sum eg fekk. Eg haldi, at leikferðin var farin nakað úr dystinum tá. Men bæði tá og fyrr í dystinum føldu vit, at vit vóru væl við. Men tað er spell, at úrslitið blívur soleiðis. Eg haldi tó, at eg havi fingið nógv burtuúr hesar dagarnar. Vit liva sum professionellir og tað merkist t.d. við hvíld og kosti, sigur Jákup B. Andreasen.
Saman við honum fingu Petur Knudsen úr NSÍ og Jákup V. Olsen úr Víkingi eisini sína debut í kvøld. Allir blivu skiftir inn.




