Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jákup gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

U21 landsliðsleikarin hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.

Jákup B. Andreasen er 20 ára gamal og hóast unga aldurin, so hevur hann fitt av royndum úr bestu deildini. Í 2015 byrjaði hann ordiliga at snodda til besta liðið og síðani 2016 hevur hann nærum átt fast pláss á KÍ liðnum. Tilsamans er hann skrásettur fyri 78 dystir og 5 mál í Betri Deildini. Seinastu umførini hevur hann verið sera eyðsýndur, og hann er helst millum fyrstu nøvnini, sum U21 venjarin, Eli Hentze, setur í uppstillingina til U21 landsdystin móti Finnlandi fríggjadagin kl. 17.00 á Svangaskarði.

KÍ boðar frá, at sáttmálin millum KÍ og Jákup er galdandi fyri kappingarárini 2019 og 2020.