Mikudagin 8. juli 2015 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hátíðarhaldi í lærarahúsinum í Mikladali í sambandi við, at Jákup Marnar Anthoniussen, staðbundin maður í Kalsoy, hevur verið 30 ár í starvi hjá kommununi.
Seinast í apríl mánaða í ár hevði Jákup Marnar Anthoniussen 30 ára starvsdag. Hann byrjaði í starvi í grótbrotinum hjá kommununi á Bumshamri 26. september 1983. Jákup Marnar arbeiddi fyrstu árini saman við m.ø. Bernhard í Brekkuni (Petersen), Emil “á Sandi” (Simonsen), “Poll” (Pól Sofus Niclasen), “Øgga” (Hans Jørgen Johannesen), Pól Johannes í Horni (Johannesen), “Siggi” (Sigurðtór Ottoson), Birgir Dam, Adrian Rasmussen o.fl. Tá grótbrotið varð flutt norður á Strond í 1986, flutti hann við og arbeiddi har einsamallur eitt lítið ár.
Í 1992 framdi kommunan stórar rakstrarligar sparingar, tí kreppa var í samfelagnum. Kreppan rakti eisini kommunala grótbrotið á Strond. Tá bjóðaðu Jákup Marnar Anthoniussen og Adrian Rasmussen seg fram at reka grótbrotið fyri kommununa; teir stóðu í nøkur ár tveireinir fyri øllum rakstri av grótbrotinum. Arbeiðsøkið hjá Jákup Marnar hesi árini var rættiliga fjølbroytt, har hann eitt nú var dagligur leiðari, arbeiddi sum maskinførari, framdi umvælingararbeiði, stóð fyri sølu og nógv afturat. Eftir nøkur ár komu aðrir í starv, og hevur grótbrotið verið rikið eftir leistinum hjá nevndu líka síðani.
Í 2006 søkti kommunan eftir staðbundnum starvsfólki til Kalsoy at standa fyri øllum kommunalum arbeiði í Mikladali og Trøllanesi. Jákup Marnar, sum júst tá hevði farloyvi frá starvið sínum sum leiðari í grótbrotinum, søkti hetta starvið og fekk tað, og hevur hann síðani starvast sum staðbundin maður í Kalsoy, har hann eisini hevur havt eitt tætt tilknýti til teknisku deildir kommununnar og við staðbundnu nevndirnar, har borgarstjórin er formaður.
Jákup Marnar hevur síðani hann byrjaði í starvi hjá kommununi í 1983 havt tvey farloyvir á tilsamans 19 mánaðir.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum møtti upp til hátíðarhaldið saman við stjórum og leiðarum frá umsitingini, bar fram eina heilsan frá kommununi til Jákup Marnar og handaði honum blómutyssi og gávu.
Í røðu sínari nevndi borgarstjórin eitt nú, at Jákup Marnar millum sínar starvsfelagar fær góð skoðsmál sum ein arbeiðssamur, dugnaligur og álítandi persónur, sum altíð er klárur at loysa eina uppgávu og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt. Jákup Marnar hevur víst, at hann eisini hevur evnir til at loysa størri kommunalar uppgávur, og nevndi hann sum dømi í hesum sambandi, at tað var Jákup Marnar, sum mælti kommununi til at flyta kommunalu eyr- og moldmóttøkuna frá grótbrotinum á Strond til økið á Bumshamri, og var hetta gjørt fyri at fylla upp í gamla grótbrotið, so økið aftur kann fáa eitt nátúrligt skap. Kommunan fær ofta positivar viðmerkingar um hetta.
– Við øllum tínum evnum og royndum, er tað ikki undarligt, at tú fekk starvið sum staðbundin maður hjá kommununi í Kalsoy.
– Tað er sera umráðandi fyri býráðið, at vit hava ein álítandi og dugnaligan persón á uppgávuni sum staðbundin maður í Kalsoy, segði borgarstjórin, sum takkaði Jákup Marnari fyri 30 góð ár hjá kommununi.
Vegna býráðið handaði borgarstjórin Jákup Marnari eitt blómutyssi og eina gávu sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 30 árini. Jákup Marnar takkaði hjartaliga fyri.
Vit ynskja Jákup Marnari hjartaliga tillukku og ynskja honum alt tað besta framyvir við vón um framhaldandi gott samstarv í mong ár framyvir.




