Landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, váttar fyri Norðlýsinum at KÍ og B36 hava sýnt honum áhugað
Tá vit tosaðu við Jákup kundi hann vátta at hann var leysur frá skotska felagnum 1. januar 2004.
– Sum flestum kunnugt, so hevur gingið á skriðjuni hjá okkum, og tí fekk eg eina ábending frá venjaranum um at hann vantaði eina uppsøgn í komandi viku.
– Samstundis avtalaðu vit at eg kundi sleppa leysur frá felagnum og í morgun fekk eg so skrivliga váttan fyri at eg eri leysur 1. januar 2004.
Kemur heim
Tað hevur ljóða at KÍ hevur havt samband við landsliðsmálverjan og hetta kundi Jákup eisini vátta.
– Eg havi havt samband við KÍ og teir hava givið mær eitt tilboð um sáttmála.
– Skuldi eg valt við hjartanum, so er eingin ivi um at eg hevði valt KÍ, men verðuleikin er tann, at fótbólturin er mítt arbeiði og tí eru tað onnur ting, sum eru inni í myndini tá avgerð verður tikin.
KÍ og B36
Jákup kundi somuleiðis vátta at høvuðsstaðarfelagið B36 eisini var inni í myndini, men annars vildi hann ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, uttan tað at hann fór at taka avgerð um vikuskiftið.
Norðlýsið hevur tó fingið uppspurgt at B36 hevur givið landsliðsmálverjanum eitt betur boð enn KÍ og tí verður roknað við at Jákup endar í høvuðsstaðarfelagnum B36 komandi kappingarár.




