– Í gjár (leygardagin) var eg í samband við Gestur og Kristian á Nestabø, og tá gjørdi eg teimum greitt at eg havi gjørt av at venda aftur til Klaksvíkar.
Hetta segði landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, í samrøðu við Norðlýsið sunnukvøldið.
KÍ ella B36
Sum vit skrivaðu fríggjadagin, so hevur B36 eisini ligið eftir Jákupi, men sunnukvøldi kundi Jákup so boða frá at hann komandi kappingarár leikar við KÍ.
– Tað er ikki so nógv annað at siga enn at eg havi tikið endaliga avgerð um at koma heim til Klaksvíkar.
– Vit hava ikki gjørt nakran endaligan sáttmála, men hava avtalað at forhandlað smálutirnar upp á pláss so skjótt sum eg komi heim.
Tá vit tosaðu við Jákup gleddi hann seg til at koma til Klaksvíkar, og hann viðgekk at KÍ allatíðina hevði verið í huganum.
– Tá eg havi gjørt mær tankar um framtíðina so má eg viðganga at eg altíð havi ímynda mær at enda aftur í Klaksvik og tí eri eg sera fegin um at hetta nú verður verðuleiki.




