Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen framvegis ivasamur

Jákup Ósá

Sum støðan er nú, so spælir Jákup Mikkelsen ikki aftur á hægsta støði.

Málverjin sigur, at hann fyribils ikkispælir aftur, men at hann tó fer at geva tí ein møguleika.

Tað er framvegis ógreitt, umfyrrverandi A-landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen spælir aftur íEffodeildini. Tað váttar høvuðspersónurin fyri nordlysid.fo

– Tað er sum so einki nýtt. Eg haviikki tikið nakra endaliga støðu enn. Fyribils spæli eg ikkiaftur. Men eg ætli at geva tí ein møguleika og tað merkir, at egfari at venja sjálvur. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer atganga. Eftir tað kann ein endalig støða takast, so vit koma helstnakað inn í tað nýggja árið, áðrenn tað endaliga kannstaðfestast. Men ÍF bíðar eftir mær og tað verður í ÍF, at eg spæli um so er, sigurJákup Mikkelsen við nordlysid.fo.