Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen gleðir seg at fara til verka

John William Joensen

Í samkomu á loftinum í KÍ høllini í gjárakvøldið (mánakvøldið 22/12) var nógv fólk samankomið og tá Jákup Mikkelsen, saman við familjuni trein inn í felagshølini, reistist samkoman at fagnað landsliðsmálverjanum.


Tað var ein rørandi løta tá Jákup Mikkelsen fyri fyrstu ferð alment trein inn í KÍ hølini á loftinum í KÍ høllini.
Hann var nakað seinkaður, tí hann var saman við familjuni júst komin úr flúgvaranum, men teir umleið 50 KÍ-stuðlarnir sum vóru komnir saman hetta kvøldi, bíðaðu trúføst og tá so løtan endiliga upprann var tað ein fagnaðarløta.
Spontant reistist mannfjøldin og klappaði fyri Jákupi og borgarstjórin trein fram at taka ímóti.
Jákup takkaði fyri rørandi móttøkuna, og segði seg vera sera spentan at fara til verka.
– Fyri mín part kundi venjingin byrjað í morgin, men nú mugu vit bíða til halgan er av og so fara vit til verkað, segði ein sjónliga rørdur Jákup Mikkelsen.
Tá formaðurin í fótbóltsdeildini, Markus Tummas Jacobsen, bleiv spurgdur um hvønn leiklut Jákup kemur at hava umframt at verða leikari, segði hann at hetta høvdu teir ikki enn avtalað við Jákup.
– Vit hava sjálvandi okkara tankar og so mugu vit í felag finna út av hesum.
Sum skilst kemur Jákup Mikkelsen at standa fyri venjingini til høvuðsvenjarin Ove Flindt Bjerg kemur til Klaksvíkar.