Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen hevði uppiborið betri

John William Joensen

– Eg eri als ikki samdur við landsliðsvenjaranum tá hann sigur at Gunnar Nielsen er í heimsklassa – tí so var hann ikki fjóðri málverji hjá Manchester City, sigur Eli Hentze

Eli Hentze, kendur B71ari og fótbóltsviðmerkjari, heldur ikki tað er upp til ein fyribilssettan landsliðsvenjara at taka týðandi avgerðir.

– Heðin Askam er settur at taka sær av einum landsdysti og tí hevði eg ikki ivast í at landsliði sum hann fór at taka út var uttan stórvegis broytingar. Tá ein venjari er settur at hava ábyrgd av einum dysti er tað ikki rætt at fremja stór inntriv .

– Jákup Mikkelsen er ov gamal til at fara út á beinkin at sita og tí skilji eg væl at hann velur at trekkja seg tá landsliðsvenjarin kemur við slíkari fráboðan.

Gunnar ikki í heimsklassa
Við portalin sigur Heðin Askham at ikki ber til at hava ein málmann, sum kanska er í heimsklassa, sitandi á beinkinum, men hesum er Eli Hentze als ikki samdur í.

– Eingin málmaður sum er í heimsklassa situr á fjóðra beinki í Manchester City. Gunnar Nielsen er ein sera spennandi málverji – men eg kann ikki taka undir við útsøgnini um at hann er í heimsklassa – tí so var hann fyrsti málverji hjá Manchester City. 

– Jákup hevur tænt føroyskum fótbólti framúr væl og tí kann framferðarhátturin sum nýttur var í hesum førinum als ikki góðtakast.
 
– Hetta er sera óheppi og tænir ongum at frama, sigur Eli Hentze, sum annars heldur at nógvir spennandi leikarar eru úttiknir til landsliðið sum fer til íslands at spæla venjingardyst.

Landsliðsleikarin hevur úttikið:
Fróði Benjaminsen, HB
Egil á Bø, EB/Streymur
Jóhan Troest Davidsen, NSÍ
Odmar Færø, Brøndby
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Einar Hansen, NSÍ
Pauli Hansen, EB/Streymur
Levi Hanssen, EB/Streymur
Kristoffur Jakobsen, KÍ
Bogi Løkin, NSÍ
Christian Mouritsen, HB
Gudmund Nielsen, EB/Streymur
Gunnar Nielsen, Manchester City
Jónas Þór Næs, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Súni Olsen, Víkingur
Símun Samuelsen, Keflavík
René Tórgarð, EB/Streymur