Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen, valevni Fólkaflokkins skrivar!: Stórar avbjóðingar fyri framman!

John William Joensen

Skal býur okkara mennast á øllum økjum, so má íbúgvaratalid í Klaksvík økjast við 2000 – 3000 fólkum.

Verða vit 7-8000 fólk í Klaksvík, verður betri grundarlag á so nógvum økjum, eitt nú innan handil, ítrótt og mentan. Býur okkara fer at verða hugnaligari, meira virkin, meira funktionellur og fer at draga fólk til sín og hetta verður sera týdningarmikið, nú undirsjóartunnilin nærkast í stórum.
Vit mugu ásanna at tað liggja sera stórar avjóðingar fyri framman. Miðbýurin er sjálvandi sera týdnignarmikil fyri okkum øll. Her verður sera umráðandi at tað ikki bara verður hugsað um tann handilsliga partin – umhvørvið, trivnaðurin og bústaðarmøguleikarnir í miðbýum verða teir mest avgerandi og grundleggjandi partarnir fyri einum væleydnaðum handilslívið í einum komandi miðbýi.
Vit fara inn í eitt sera spennandi tíðarskeið í søgu Klaksvíkar Býráðs og tí er neyðugt at fólk við áræði, hugflogi og fíggjarligum skinskemi koma at mynda býin.
Mín vón og míni mál eru, at tað sum fer at sermerkja Klaksvík komandi árini er:

– ein býur í vøkstri
– ein býur við góðum skúlum
– ein býur við góðum ansingarmøguleikum
– ein býur við góður ítróttar og mentanarlívi
– ein býur við góðum handilslívi
– ein býur við hollum vinnulívi
– ein býur við góðum íbúðarmøguleikum
– ein býur við góðum tilboðum til tey eldru
– ein býur við góðum tilboðum til tey sum hava serligan tørv.
–  ein býur við einum sterkum vælútbygdum sjúkrahúsi.
– ein býur sum savnar og styrkir allar Norðoyggjar.