Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup og Kurt hjálpa Jan

Oliver Joensen

Jan Joensen hevur verið í sambandi við Jákup Mikkelsen, og í fyrrakvøldið vitjaði Kurt Mørkøre í føroysku leguni

At tað tey seinastu árini hevur verið nógv samband millum KÍ og Molde kemur KÍ til góða á so ymiskan hátt, nú teir fyrireika seg til dystin í kvøld. Jan Joensen, venjarin hjá KÍ, segði á tíðindafundinum í gjár, at hann hevr tosað við vinmannin hjá sær, Jákup Mikkelsen, um, hvussu teir skulu grípa avbjóðingina í kvøld ann. Jákup hevur, sum kunnugt, verið í Molde inntil fyri einum mánað síðani.
Kurt Mørkøre spældi í Molde, áðrenn hann í fjør kom til Klaksvíkar at vera venjari hjá KÍ. Hann býr 20 minuttir her frá. Í fyrrakvøldið var hann á hotellinum og vitjaði KÍ ferðalagið, og tað er einki at ivast í, at hann hevur fortalt KÍ spælarunum, hvat teir skulu ansa serliga eftir, og hvussu teir skulu spæla ímóti Molde.
Kurt er bakari, og harafturat er hann spælandi venjari í 3. deildarliðnum Eide. Í gjárkvøldið spældu teir ímóti einum liði, sum eitur Midsund. Teir vunnu 3 -2, og Kurt skoraði fyrsta málið upp á brotsspark.
Verðin er ikki so stór. Kona Kurt arbeiðir í reseptiónini á hotellinum, har KÍ viðhaldsfólkini halda til. 

Harleyfacadeacryl