Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Petersen: Vælferðin endar á Mjóvanesi

(Hannefía Joensen)

Tosið um vælferð er endað sum rós uttan verunligt innihald. Í verunleikanum er vælferðin minkað í Norðuroyggjum seinastu árini.

Grundleggjandi fyri vælferð er tryggd fyri borgarnar tá teir gerðast sjúkir, koma til skaðars ella eru fyri aðrari vanlagnu.

Longu fyri nógvum árum síðani tagnaði telefonstøðin í Klaksvík. Ein støð, sum kendið Norðuroyggjar út og inn, og kundið veita skjóta og effektiva hjálp. Henni á baki fór so meginparturin av politivaktini. Samanlagt ein munandi skerd tænasta til borgarnar og harav ein lækkað vælferð.

Landsverk hevur longu stungið í sekkin og Toll- og skatt verður tað næsta. Aftur in skerd tænasta til borgarnar. Aftur ein lækkað vælferð. Tað tykist sum um vælferð skal kosta bara hon ikki liggur norðanfyri Mjóvanes.

Kommunulæknarnir í Eysturoy og Klaksvík eru so líðandi vornir alt færri í tali uttan, at avvarandi mynduleikar hava gjørt sum okkara grannalond. Nevniliga, at fara aktivt inn og headhunta læknar.

Og hvussu “loystu” politikarar henda trupulleika. Jú, teir niðurløgdu kommunulækna vaktina í øllum norðara parti av Føroyum og løgdu hana inn á Landssjúkrahúsið.

Nú noyðast viðingar og gásadalsfólk suður til havnar á náttartíð fyri at pissa í eina fløsku ella, at tað verður hugt niður í hálsin og skrivað ein resept.

Fólk koyra við febri á landsvegum og avvarandi koyra ræslusligin við vánaligum sjúklingum á baksetrinum á náttartíð. Ofta beint framvið einum sjúkrahúsi, sum hevur neyðugan førleika til tryggt, at taka sær av hesum.

Makan til lækkandi vælferð skal ein leita longi eftir.

Set X við Lista E – vit arbeiða fyri sakini til hon er komin á mál

Jákup Petersen

valevni hjá Tjóðveldinum til løgtingsvalið

www.jakupp.fo

www.tjodveldi.fo